Barnafestivalurin 2014 er í dag í økinum við Margarinfabrikkina og í Tórsgøtu í Havn. Festivalurin byrjar klokkan 15 og varar til 19 og er í ár ókeypis fyri øll. Høvðusdentur verður lagdur á framførslurnar [...] framførslurnar á pallinum, sum børn og ung í Margarinfabrikkini standa fyri. Tað verður ein góð søla, andlitsmáling, smábarnaøki, felagssangur og ein rúgva av hugnligum løtum allan dagin. Skráin fyri pallin er
Um vikuskiftið hevur Dr. Jakobsesens gøta í Havn verið stongd fyri allari ferðslu. Orsøkin er, at eini eldri hús eru tikin niður. Talan er um húsini gomlu húsini hjá Bena Wardum. Tað er Siri Eysturoy, [...] fer at byggja eina handils- og íbúðarbygning uppaftur á grundina. Arbeitt hevur verið síðani tíðliga í gjáramogunin við at fáa húsini niður. At hjálpa sær hava teir eina stóra maskinu hjá Tórshavnar Kommunu [...] Kommunu, sum vanliga arbeiðir við gomlum jarni á Sandvíkahjalla. Hetta er einasta maskina av slíkum slag í landinum, og hon lættir sera nógv um hjá teimum, sum eitt nú skulu ríva eini hús niður sum hesi.
rennaran, Rennarin í Klaksvík, sum selur alt tað ein rennari hevur brúk fyri, lat dyrnar aftur sunnudagin. Í tráð við at dyrnar í Klaksvík eru afturlatnar verða nýggjar dyr latnar upp í Havn mikudagin 29. oktober [...] Elmar Sørensen, stjóri í Rennarinum. Jan Elmar Sørensen sigur, at hóast undirtøkan fyri handlinum, sum lat upp í mei mánað í ár, hevur verið hampulig, so eru ikki nóg nógv fólk í Klaksvíkini til at ein
eftir midnátt fór roykávaringin í bygninginum hjá Eik Banka Yviri við Strond í Havn, ígongd. Løgreglan sigur, at tá ið sløkkiliðið kom á staðið var nakað av royki inni í einum rúmi. Tað vísti seg, at talan [...] battarí í eini teldu, sum var orsøkin til ávaringina. Brek var við telduni, ella battarínum og tað elvdi til, at tað varð so heitt, at tað meststum sprongdist úr telduni. Petti av battarínum endaðu í eini [...] tí tað varð so heitt. Men eldur var ikki kyknaður, so tamarhald fekst á støðuni, áðrenn eldur kom í og nakar skaði hendi.
er tókt, er eingin sigling í løtuni. Strandferðslan sigur, at tað tað er kølivatnspumpan, sum er farin og brekið verður nú umvælt. Gongst sum ætlað, verður Ternan sett aftur í sigling seinnapartin og hon [...] hon fer fyrsta túrin úr Havn klokkan 16.20 - men tað verður við skerdari orku, sigur Strandferðslan. Annars skuldi Ternan eisini gera ein farmatúr ímillum Klaksvík og Syðradal í dag, nú Sam er á beding [...] beding, men hann er so eisini avlýstur. Annar siglur Sildberin heldur ikki í dag ímillum Sandoy og Skúgvoy - men tað er fyri veður at hann avlýsir.
Tíðliga í morgun tók løgreglan ein mann, sum var ólátaður í miðbýnum í Havn. Men tað varð ikki ein handtøka, tey síggja á hvørjum degi, tí hann koyrdi ein rullustól framman fyri sær. Í rullustólinum hevði [...] kassarnar, so løgreglan heitir á fólk um at kannað eftir um nakað av kjøtið og nakrir kassar er horvið í nátt, tí so kunnu tey siga løgregluni frá.
Tvær ferðir í nátt mátti løgreglan leggja upp í, tí fólk vóru farin til hendurs á skeinkistøðum í Havn. Í tí eina førinum vóru tað nakrar kvinnur, sum vóru farnar til hendurs og tað málið roynir løgreglan [...] løgreglan nú at fáa greiði á. Í hinum førinum endaði tað við, at ein maður var sligin so hart, at hann hevur fingið álvarsligan skaða í andlitið og fór á skaðastovuna til viðgerar. Løgreglan sigur, at gern [...] gerningsmaðurin er tikin og roynt verður nú at fáa tað málið lýst út í æsir, áðrenn støða verður tikin til um tey fara at føra mannin fyri rættin við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan.
Í deg letur listaframsýning upp í Víngarðinum í Havn. Hanni Bjartalíð er ómetaliga fjølbroyttur listamaður, sum bæði arbeiðir tvey- og trídimensjonalt við myndum og standmyndum og so við nøkrum mitt í [...] í millum, sum vit kanska kunnu nevna relieff. Hann hevur í nøkur ár arbeitt við fløskuskapinum, sum bæði er eitt sera vakurt, einfalt skap, eins og tað kann innihalda nógv bæði ítøkiligt og myndaligt. Hesi [...] tað jú altíð gott at eiga nakrar fløskur inni um onkur skuldi komið á gátt. Tað vóna vit, at tit gera í Víngarðinum leygardagin 5.september klokkan 15 til 17, siga fyrieikararnir. Meira sæst á listaportal
Poulsen og Benjamin Gunnarstein. Í dag verða innleiðandi umførini í tvímansleiki og í blandaðumtvímansleiki leikt. Dystirnir byrja klokkan 17 í Badmintonhøllini í Havn. [...] gamla Adhya Nandi úr HBF, sum vann í fjórðingsfinaluni hjá kvinnum móti verandi føroyameistara Gunnvá Jacobsen úr HBF. Sostatt møtast Adhya Nandi og Rannvá Djurhuus Carlsson í finaluni. Rannvá Djurhuus Carlsson [...] Carlsson vann á Almu Petersen, sum báðar eru úr HBF, men leika dagliga við Lyngby. Í fjórðingsfinaluni hjá monnum vann Benjamin Gunnarstein, HBF, á Áranti á Mýrini úr MBF. Bartal Poulsen MBF og verandi f
Sambandsflokkurin heldur sín fund í Smæruni í Havn klokkan 10 í dag, meðan Sjálvstýri hevur boðað til fundar á Gamla Apoteki klokkan 10 í morgin. Í gjár legði Tjóðveldi fram sína valskrá og kunngjørdi [...] Seinast Sjálvstýrisflokkur vann fólkatingsvalið var í 1915, tá Edward Mitens varð valdur. Javnaðarflokkurin leggur sína skrá fram á tíðindafundi í Klaksvík fríggjadagin.