Stóra yvirraskilsið var unga talentið 14 ára gamla Adhya Nandi úr HBF, sum vann í fjórðingsfinaluni hjá kvinnum móti verandi føroyameistara Gunnvá Jacobsen úr HBF.
Sostatt møtast Adhya Nandi og Rannvá Djurhuus Carlsson í finaluni. Rannvá Djurhuus Carlsson vann á Almu Petersen, sum báðar eru úr HBF, men leika dagliga við Lyngby.
Í fjórðingsfinaluni hjá monnum vann Benjamin Gunnarstein, HBF, á Áranti á Mýrini úr MBF. Bartal Poulsen MBF og verandi føroyameistari vann á Magnusi Dal-Christiansen úr HBF. Sostatt verður mansfinalan millum Bartal Poulsen og Benjamin Gunnarstein.
Í dag verða innleiðandi umførini í tvímansleiki og í blandaðumtvímansleiki leikt. Dystirnir byrja klokkan 17 í Badmintonhøllini í Havn.