Nólsoyar einki ferðasamband í nakrar tímar í dag

Men seinnapartin verður sigling aftur

Ternan hevur fingið tekniskt brek og av tí at einki annað skip hjá Strandferðsluni er tókt, er eingin sigling í løtuni.

Strandferðslan sigur, at tað tað er kølivatnspumpan, sum er farin og brekið verður nú umvælt.

Gongst sum ætlað, verður Ternan sett aftur í sigling seinnapartin og hon fer fyrsta túrin úr Havn klokkan 16.20 - men tað verður við skerdari orku, sigur Strandferðslan.

Annars skuldi Ternan eisini gera ein farmatúr ímillum Klaksvík og Syðradal í dag, nú Sam er á beding, men hann er so eisini avlýstur.

Annar siglur Sildberin heldur ikki í dag ímillum Sandoy og Skúgvoy - men tað er fyri veður at hann avlýsir.