TB er nú á fjórða plássi

1. DEILD: Í dag var Jóhan Renéson Thomsen tvífaldur málskjútti, tá ið TB á heimavølli vann ímóti FC Hoyvík

Fyri aðru ferð í eina stóra viku eydnaðist tað í dag TB at vinna fulla úrtøku ímóti FC Hoyvík.

 

Hósdagin í síðstu viku, Kristi himmalferðardag, endaði tað 5-2 til TB í útsetta dystinum á útivølli ímóti FC Hoyvík. Og í dag vann TB 3-1, tá ið FC Hoyvík var gestur við Stórá í Trongisvági. Fyrr í ár vann FC Hoyvík 4-1 á heimavølli ímóti TB í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

 

Tað sá einki út hjá TB í dag, tá ið FC Hoyvík sjey minuttir undan leikloki javnaði til 1-1. Tað var við brotssparki, at Ingolf Tvørfoss fyri triðju ferð í ár var málskjútti.

 

Tíggju minuttir undan steðginum legði TB seg framum 1-0. Málskjútti var Jóhan Renéson Thomsen. Tveir minuttir eftir, at FC Hoyvík hevði javnað, legði TB seg aftur á odda. 2-1 málskjútti var Aron Arnholdsson eftir upplegg frá Omar Sheik Ali, sum eisini legði upp til 1-0 málið.

 

Tá ið klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, staðfesti TB 3-1 heimasigurin. Málskjútti var Jóhan Renéson Thomsen, sum harvið varð tvífaldur málskjútti. Hann var trífaldur málskjútti, tá ið TB í síðstu viku vann 5-2 á útivølli ímíti FC Hoyvík, og harvið hevur hann skorað fimm mál í landskappingini og eitt mál í steypakappingini.

 

Sigurin í dag ber við sær, at TB nú er á fjórða plássi við 15 stigum. Næsti dystur hjá TB verður annan sunnudag á heimavølli ímóti B36.

 

FC Hoyvík er næstaftast við sjey stigum. Annan sunnudag fær FC Hoyvík vitjan av NSÍ.