Stutt eftir midnátt fór roykávaringin í bygninginum hjá Eik Banka Yviri við Strond í Havn, ígongd. Løgreglan sigur, at tá ið sløkkiliðið kom á staðið var nakað av royki inni í einum rúmi.
Tað vísti seg, at talan var um eitt battarí í eini teldu, sum var orsøkin til ávaringina. Brek var við telduni, ella battarínum og tað elvdi til, at tað varð so heitt, at tað meststum sprongdist úr telduni.
Petti av battarínum endaðu í eini sofu, har tað gjørdi fitt av royki, tí tað varð so heitt. Men eldur var ikki kyknaður, so tamarhald fekst á støðuni, áðrenn eldur kom í og nakar skaði hendi.
|










