Barnafestivalur í Havn í dag

Barnafestivalurin 2014 er í dag í økinum við Margarinfabrikkina og í Tórsgøtu í Havn.

 

Barnafestivalurin 2014 er í dag í økinum við Margarinfabrikkina og í Tórsgøtu í Havn.

 

Festivalurin byrjar klokkan 15 og varar til 19 og er í ár ókeypis fyri øll.

 

Høvðusdentur verður lagdur á framførslurnar á pallinum, sum børn og ung í Margarinfabrikkini standa fyri.

 

Tað verður ein góð søla, andlitsmáling, smábarnaøki, felagssangur og ein rúgva av hugnligum løtum allan dagin.

 

Skráin fyri pallin er fimleikur við Lið Nanna kl 16,15, aftaná kemur Dansibólkurin KTM og klokkan 17 verður felagssangur og dansur við Young Notes. Klokkan 17.15 er dansibólkurin Mini Spleis á skránni, aftaná kemur Fríði, talentvinnarin 2014 á pallin, og kl 18 verður Talent Børn.