Rennarin letur aftur í Klaksvík og upp í Havn

Serhandilin fyri rennaran, Rennarin í Klaksvík, sum selur alt tað ein rennari hevur brúk fyri, lat dyrnar aftur sunnudagin.

Serhandilin fyri rennaran, Rennarin í Klaksvík, sum selur alt tað ein rennari hevur brúk fyri, lat dyrnar aftur sunnudagin.

 

Í tráð við at dyrnar í Klaksvík eru afturlatnar verða nýggjar dyr latnar upp í Havn mikudagin 29. oktober, sigur Jan Elmar Sørensen, stjóri í Rennarinum.

 

Jan Elmar Sørensen sigur, at hóast undirtøkan fyri handlinum, sum lat upp í mei mánað í ár, hevur verið hampulig, so eru ikki nóg nógv fólk í Klaksvíkini til at ein slíkur handil berur seg fíggjarliga. Tí hevur hann valt at flyta handilin til havnar.

 

Rennarin heldur tó áfram við at selja á nethandlinum, sum eisini sendur til Klaksvíkar.