Í deg letur listaframsýning upp í Víngarðinum í Havn.
Hanni Bjartalíð er ómetaliga fjølbroyttur listamaður, sum bæði arbeiðir tvey- og trídimensjonalt við myndum og standmyndum og so við nøkrum mitt í millum, sum vit kanska kunnu nevna relieff. Hann hevur í nøkur ár arbeitt við fløskuskapinum, sum bæði er eitt sera vakurt, einfalt skap, eins og tað kann innihalda nógv bæði ítøkiligt og myndaligt. Hesi verk eru dekorativ og hugfarslig og so er tað jú altíð gott at eiga nakrar fløskur inni um onkur skuldi komið á gátt. Tað vóna vit, at tit gera í Víngarðinum leygardagin 5.september klokkan 15 til 17, siga fyrieikararnir.
Meira sæst á listaportal.com.