Sambandsflokkurin heldur sín fund í Smæruni í Havn klokkan 10 í dag, meðan Sjálvstýri hevur boðað til fundar á Gamla Apoteki klokkan 10 í morgin.
Í gjár legði Tjóðveldi fram sína valskrá og kunngjørdi síni valevni.
Sjálvstýri hevur boðað frá, at flokkurin fer ikki at møta á Fólkatingi, skuldi hann valdur.
Við rímuliga stórari vissu tora vit at siga, at Sjávstýrisflokkurin verður ikki valdur. So gott sum 100 prosent víst er tað, at teir báðir sessirnir verða býttir millum tveir av teimum stóru flokkunum, Sambandsflokki, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Fólkaflokkin.
Seinast Sjálvstýrisflokkur vann fólkatingsvalið var í 1915, tá Edward Mitens varð valdur.
Javnaðarflokkurin leggur sína skrá fram á tíðindafundi í Klaksvík fríggjadagin.











