skilja er, at vit gjalda so nógv um árið fyri onki. Tó so, at tað einasta góða, eg meti er vert at síggja í sjónvarpinum, eru sendingarnar »dagur og vika« og »3-2«. Eg haldi, at tit skuldu sagt orsaka við [...] annað, fingu ikki møguleikan at síggja hesar spennandi finalur. Eg haldi tað er ótrúligt, at svf ikki kann vísa FM finaluna í hondbólti, sum hóast alt bert er einaferð um árið. Eg eri væl vitandi um, at teir [...] velja tað til ella frá. Um so var, at vit borgarar kundi valt, tori eg næstan at siga við vissu, at kanska 30% av øllum føroyingum vóru haldarar/gjaldarar. Sostætt meti eg, at tit í Kringvarpinum skulu verða
sum við so nógvum øðrum – munur á oystrum. Og tær, sum vit fingu á Hotel Føroyum vóru av tí betra slagnum, sjálvt um talan ikki var um spillfeskar oystrur, sum eru tær bestu. Hesar vóru tó so feskar, sum [...] umboðaður. Vit fingu eisini tun seinni, so í so máta hevði tað einki bilað, um hann ikki var omaná nigiri-inum eisini. Kálvur og fiskur Tað eru tey, sum ikki eta fois gras, og tað bilar einki, tí so er meira [...] hevur Hotel Føroyar so valt at hetta sera forkunnuga kjøtið skal eiga sítt pláss millum krúnhjørtin, lambi og oksalundini. Prísurin fyri Kobe-kjøtið er, um ikki ræðandi, so í hvussu so er somikið høgur,
okkara landi. Vit fingu bókmentir, list, tónleik, skaldskap, sangir, sálmar, og vit fingu halgubók týdda, enntá í tveimum ymiskum útgávum. Í dag, lítandi aftureftir, hava vit ráð til at meta um tey, sum tá róðu [...] skuldi bera ta nýggju mentanina, var í hesum tvídrátti við undirlutan. Í dag er ongin ivi um henda spurning. Men longu um 1918 sóu framskygdir slóðbrótarar fyri sær, at vit skuldu hava studentaskúla, útvarp [...] at halda uppi einum burðardyggum vinnulívi. Hetta er somuleiðis orsøkin til, at tit ungu standa her í dag, rikin sum tit eru úr tí lærda háskúla, sum skuldi vera okkara stoltleiki og bera okkara samleika
og letur alt hetta um seg ganga, eri eg sera bilsin um! Politiskt er hetta ein glíðibreyt, ið slett ikki kann góðtakast, tí hvat verður tað næsta? Samstundis sum tvíhildið verður um, at landsstýrið skal [...] stig fyri stig minkað stuðulin til døgurðaútkoyringina so nógv, at í ár eru pengarnir til útkoyring av døgurða til okkara eldru skornir niður um helvtina av tí, tað kostar at koyra út ella at røkja hesa [...] loyvi til at taka peningin frá rakstrinum, so tí hava tey sent Tórshavnar kommunu eitt neyðarróp, tí tey síggja, hvønn veg tað gongur. Hetta er enn eitt dømi um stórt ábyrgdarloysi frá landsins síðu, har
vakrar krúllur. Og so var hon so kát, at láturin hoyrdist allastaðni, sigur Harry. - Og eg vildi hava Harry, tí hann var so fittur og nemmur og líkatil, sigur Emma. Harry misti mammuna um sama mundið, longu [...] krógvaðu okkum. So við og við bleiv tað kanska oftari tann sama man royndi at fanga. So okkurt hevur helst verið longu tá. Emma smílist upp á mannin, meðan hon forklárar. Hann situr so spelkin undir liðuni [...] Av natúrligum orsøkum fingu Emma og Harry knappliga skund. Tí mátti Harry venda sær til pápa Emmu at biðja um hond hennara. Hon var tá 18 og hann 20. - Sjálvandi mátti eg biða um hana. Eg kundi jú ikki
smíðaði blaðið av tí og gjørdi so hólk um. Umborð vóru øll amboð, eisini loddigreiðir, so hetta lat seg væl gera. Menninir undraðust, tá ið hann vísti teimum knívin, so lítil og fittur hann var. Kalvarnar [...] koma teir so aftur til Føroya. Hans Jacob var nýgiftur, so hann var so ógvuliga spentur uppá at koma aftur til konuna. Sum teir nærkaðust Føroyum, fór hann fleiri ferðir upp í mastrina at vita, um hann sá [...] hesum ræðuligum boðum um tað, ið hent var! Hans Jacob liggur grivin í gamla kirkjugarði í Havn. Seinni um heystið fær konan ein son, sum verður kallaður Hans Jacob eftir pápanum. Hann er deyður fyri
síni skúlatíð og í 6. og 7. flokk í Hvalbiar skúla. So gekk leiðin víðari. Fyrst til Tvøroyrar og síðani til Hoydalar har hann tók realprógv í 1969. Sum so mangur unglingi á bygd tá í tíðini, fór Óli til skips [...] lærugreinir, men hann átók sær eisini at undirvísa í øðrum lærugreinum, um tørvur var á tí. Næmingarnir dámdu Óla. Teir vistu, at frá honum fingu teir haldgóða undirvísing, og í hansara tímum var arbeiðsfriður [...] eftir Óla Berg í Hvalbiar skúla. Vit syrgja og eru skakaði. Men tá vit so við og við reiðiliga gerast greið yvir, at hann, sum so sjáldan var burtur frá skúlanum, ikki kemur aftur, tástani fara vit at
tosa við. Tá gav hann sær stundir, og hann dugdi so væl at lurta. Hóast hann ikki kom fram við sterkum meiningum í stórari fjøld, so var eingin ivi um, at hann hevði meiningar, og hann visti og tordi at [...] grækarismessa var farin framvið, og fyrstu tjøldrini hoyrdust láta, sum ber okkum boð um ljósari tíðir, komu tungu boðini um, at Jóhannes var slóknaður. Jóhannes var ættaður úr Runavík, giftist til Fuglafjarðar [...] tryggleika í fyritøkuni, hann var altíð her, vit kundu spyrja hann um alt, og hann gav sær stundir til hvønn einstakan. Jóhannes setti seg sjálvan so mangan til viks fyri at hjálpa og vegleiða okkum øðrum. Hann
við náttúruna og teir møguleikar, ið tíðin beyð. Tað er ikki so nógv, Dánjal fortelur um uppvøksturin á Hvítanesi, men hann sigur frá tveimum grindum hann minnist. Tann fyrra var ein stór grind, ið doyði [...] jarnstykki, ið hann skuldi blaka í bátin. Men Dánjal á Nesi fekk um hondina á honum, so tað fór niður ímillum. Har bleiv eitt øguligt levint og gangur umborð hjá franskmonnunum hesa náttina. Menn runnu uppi [...] pund av margarin og fimm fjeringspund av sukri. Tveir dagar um vikuna fingu teir amerikanskt saltkjøt og ertur til døgurða. Ofta var tað so mikið, at teir kundu goyma sær eitt sindur til viðskera. Dánjal
Føroyar uttan tjøldur, so eg fari her at heita á landsins myndugleikar um at gera tað, sum gerast kann, um nakað kann gerast at beina fyri flatmaðkinum. Doyr fuglurin, hvat er so eftir av okkara nátturu [...] Sløkkið øll eltól, sum kunnu sløkkjast, áðrenn tit fara út, tí harvið minkað tit um CO2 útlátið, soleiðis kunnu vit m.a. handla lokalt. Takk fyri, at tit lýddu á, og eg ynski tykkum øllum eitt gott summar [...] kappist um, hvør hoyrir flest fuglaljóð, hvør kennir flest blómur ella – sum eg havi hoyrt um – at onkur brúkar GPS-aran at gera loyndarkappingar úti í náttúruni við børnum sínum. Men vælsignaðu tit øll: