TAÐ AKADEMISKA LJÓSIÐ: Verður dómurin yvir føroyskar politikarar: Vigaðir vórðu tit og funnir ov lættir

Røða hildin á kravgongu á Vaglinum tann 3. apríl 2009

Okkara mentanarliga yvirtrom, føroyskur samleiki í modernaðari merking, varð bygd eftir eitt hart stríð árini 1912 til 1918 um móðurmálsins leiklut í nútíð og framtíð. Tann røddin, sum, hóast hon virdi móðurmálið, helt uppá, at eitt annað mál skuldi bera ta nýggju mentanina, var í hesum tvídrátti við undirlutan.

Í dag er ongin ivi um henda spurning. Men longu um 1918 sóu framskygdir slóðbrótarar fyri sær, at vit skuldu hava studentaskúla, útvarp og fróðskaparsetur, sum m.a. skuldu umsita samleikans og móðurmálsins røkt í okkara landi. Vit fingu bókmentir, list, tónleik, skaldskap, sangir, sálmar, og vit fingu halgubók týdda, enntá í tveimum ymiskum útgávum.

Í dag, lítandi aftureftir, hava vit ráð til at meta um tey, sum tá róðu andróður, við fatan heldur enn dómi. Vit vraka fíggindamyndina og ásanna, at tey bara høvdu ta sannføring, at eitt annað mál skuldi bera tann nýggja kulturin. Vit valdu eina aðra kós, okkara egnu, móðurmálsins, men vit tóku samstundis upp á okkum eina stóra og álvarsama ábyrgd.

Í dag eiga vit at megna at spyrja okkum sjálvi: Hava vit, sum tá átóku okkum at stoypa tann nýggja samleikan, modernitetsins yvirtrom, í móðurmálsins formi, lyft arvin og maktað ábyrgdina og avbjóðingina?

Koma vit til tað úrslit, at vit ikki hava megnað hetta, hvat er so avleiðingin av hesi ásannan? Aristoteles, ein tann fyrsti akademikarin, bar á fyrsta sinni hugtakið kausalitet inn í mentaðan diskurs. Eitt og hvørt fyribrigdi hevur eina orsøk ella eina røð av orsøkum og kann bara fatast sæð í hesum samanhangi.

Í heiminum stendur í dag eitt stríð millum tey, sum umboða tey fáu og ríku og tey, sum umboða tey mongu ella fjøldina. Milton Friedman, nyliberalismunnar faðir, er leiðarstjørna og profetur hjá teimum fyrru. Heimurin hevur síðani 1979 í størri og størri mun verið stýrdur eftir hansara leisti. Hetta er orsøkin til, at menniskju í stórum tali í eitt nú USA, Íslandi og Lettlandi í dag liggja fram eftir rommum, meiðslað og bløðandi. Hetta er eisini grundin til, at teir ráðandi í okkara landi árini 2004 til 2008, ímóti øllum búskaparligum reglum lótu tilsamans o.u. 3 milliardir streyma úr lummunum á teimum mongu í hjallin hjá teimum fáu og ríku, uttan at hesi seinnu fyri tað megnaðu at halda uppi einum burðardyggum vinnulívi. Hetta er somuleiðis orsøkin til, at tit ungu standa her í dag, rikin sum tit eru úr tí lærda háskúla, sum skuldi vera okkara stoltleiki og bera okkara samleika.

Meira enn nøkur onnur tíð er okkara hótt av syndran og andaligum forfalli. Einasta bót í hesi støðu er tjóðskaparligur samleiki, mál, mentan, søga, list, skaldskapur, gransking, átrúni, umframt samfelagsligt samhaldsfesti. Vit rópa alt hetta, við einum nýggjum hugtaki, samanhangsmegi, tað bindievni, sum límar okkum øll, so ymisk vit annars eru, saman sum brøður og systrar.

Ein lærdur háskúli er ein høvuðsgrein á hesum buli. Søga og samfelagsvísindi eiga eitt heiðurspláss á hesi grein. Tann lærdi háskúlin eigur at lýsa við so bjørtum ljósi og gróðurseta eitt so ríkt umhvørvi, at eingin vágar sær at káma hetta ljós. Men – og hetta eru lógirnar í tí dialektiska samspælinum - skal hann megna hetta, má tann politiski myndugleikin lívga hann.

Tað skal vera mítt ynski, at tann politiski myndugeikin aftur tekur á seg ta ábyrgd, sum hann andbráður legði á sínar herðar aftan á mentanarstríðið árini 1912 til 1918, ábyrgdina av okkara samleika í víðastu merking, móðurmáli, mentan, søgu, gransking og list. Og tað skal vera mín vón, at teir politisku flokkar, sum bera samhaldsfestið í sínum skildri, nokta framhaldandi at lúta undirbrotliga fyri tí ráki, sum nú hevur fýrt ikki fá lond í heiminum fram á grúgvu, búskaparliga, sosialt og mentanarliga.

Politikarar! Gerið ikki eldsløkking í Føroyum. Latið ikki søgunnar dóm vera: vigaðir vórðu tit og funnir ov lættir. Vendið gongdini!