Barndómsparið hevur gullbrúdleyp

Longu sum smábørn spældu Harry og Emma Hansen saman í grannalagnum á Toftum, har tey seinni bygdu sær hús og nú hava livað saman sum hjún í 50 ár.

- Tit mugu koma áðrenn klokkan fimm, tí tá fara vit til arbeiðis, sigur Emma Hansen blíð í telefonini, tá vit avtala, nær vit skulu koma at práta við hana og Harry um tíðina, tá tey bæði komu saman.

Hvørt einasta gerandiskvøld í nærum trýati ár hava tey bæði sitið vakt í svimjihylinum á Toftum saman.

Hetta við at vera saman í gerandisdegnum lærdu tey longu sum smábørn á Toftum, har tey vuksu upp við bert 100 metrum millum barnaheimini.

- Vit spældu altíð úti saman børnini í grannalagnum. Frá morgni til myrkurs. Stuttlig spøl, har vit runnu undan, fangaðu og krógvaðu okkum. So við og við bleiv tað kanska oftari tann sama man royndi at fanga. So okkurt hevur helst verið longu tá.

Emma smílist upp á mannin, meðan hon forklárar. Hann situr so spelkin undir liðuni á henni í sofuni í hugnaligu stovuni á Toftum. Og saman minna tey hvønn annan á nøvnini á spølunum tey spældu saman sum børn: ”Sakna tríggjar menn”, ”heysa flagg” og ”plukke rose”, og so hetta serliga við at krógva seg saman.

- Ja, tað var hugnaligt, tað er púra vist, minnist Emma, sum eisini gekk í Tofta skúla saman við honum, sum hon seinni fekk borð og børn við.


Kvinnan í lívinum

Tey minnast ikki akkurát, nær tað hendi. Men Harry hevur verið um tey 14 og hon um tey 13 árini. Í fyrstani var tað bara at leiðast. Og at ganga túr. Altíð úti. Og ofta saman við øðrum ungdómum í bygdini.

- Eg veit væl, hvat eg fall fyri hjá Emmu. Hon var pen og hevði vakrar krúllur. Og so var hon so kát, at láturin hoyrdist allastaðni, sigur Harry.

- Og eg vildi hava Harry, tí hann var so fittur og nemmur og líkatil, sigur Emma.

Harry misti mammuna um sama mundið, longu sum 14 ára gamal. Og við eitt var hann meir og minni einsamallur í húsi, tí pápin og brøðurnir vóru sjómenn.

- So har hevur heilt vist verið saknur í einari kvinnu í lívinum, heldur Harry, ið nýfermdur fór til skips. Millum túrarnar, sum ofta vóru fleiri mánaðir, hittust tey og hugnaðu sær saman. Men framvegis altíð úti. Ella í kirkjuni og í missiónshúsinum, har tey hava gingið øll árini.

Eins og í dag var nógvur ítróttur og har hava tey altíð fylgt væl við. Harry bæði sparkaði og róði kapp, tá hann var heima. Og Emma spældi eitt skifti hondbólt. Men seinastu árini hevur renningin havt stóra áhugan. Ikki minst gjøgnum sonin Absalon Hansen, ið sum kunnugt er ein hin frægasti rennarin í landinum. Men hóast Harry er farin um tey 70, er hann eisini raskur, tí hvør minnist ikki, tá hann rann millum allar kirkjunar av Toftum og líka til Klaksvíkar, tá Norðoyatunnilin lat upp?


Gjørdi sær útstýr

Harry hevði ongantíð verið inni hjá Emmu og teimum, tá tey tóku ring upp á í 1956. Tá var hon 16 og hann nærkaðist teimum 18.

Hann minnist enn fyrstu ferð hann hitti mammu Emmu. Tað var ikki tespiligt. Hann var júst heimkomin av sildafiskiskapi og rann niðan til unnustuna. Men hann tordi ikki at banka á dyrnar, og fór at kasta smásteinar upp á rútin. Tá hon kom út á trappuna var mamman í hølunum.

- Eg bleiv so kløkkur, at tað rann mær kalt niður eftir rygginum, og eg vildi bara renna avstað aftur. Men mamman rópti meg inn, og vit bæði fullu beinanvegin fyri hvørjum øðrum, sigur Harry og smílist, tí vermamman tók hann til sín sum sín egna allar sínar dagar.

- Tá var tað soleiðis, at vart tú forlovað, var onki við at ganga úti og mala, sigur Emma, sum var í húsplássi, meðan Harry sigldi úti. Og um kvøldarnar sat hon heima og gjørdi handarbeiði, bant upp á Harry og savnaði útstýr til komandi heimið.

- Eg minnist enn kassarnir, sum stóðu klárir fullir av tingum. Har varð seymað og bundið og bestilt frá Dealls Varehus.. koppar, tallerkar, skeiðir, dúkar, seingjarklæðir…alt nýtt og vakurt, forklárar hon.

Harry droymdi eisini um eitt heim til sín og Emmu. So skjótt hann fekk ráð, keypti hann teimum grundstykki at byggja á. Tað kostaði 928 krónur og er hetta sama grund, sum tey búgva á denna dag.

Árið eftir fóru tey bæði ungu, sum framvegis vóru ógift, eins og hundrað- ella -túsundatals aðrir føroyingar, til Íslands á Verftið at arbeiða fisk. Hann í Akranesi og hon í Keflavík. Tá hittust tey eisini viðhvørt.

- Tað var ordiliga spennandi og hugnaligt at møtast har. Vit hava ongantíð gingið í dansi og sovorit, so vit gingu túrar og prátaðu og fóru í biograf, forklárar Harry. Emma kom yvir í februar og fór heim aftur í mai, tá Harry fekk kjans við einum trolara. So restina av árinum samskiftu tey við brøvum og telegrammum millum Føroyar og New Foundland.


Á fríggjaraferð á kvøldartíð

Av natúrligum orsøkum fingu Emma og Harry knappliga skund. Tí mátti Harry venda sær til pápa Emmu at biðja um hond hennara. Hon var tá 18 og hann 20.

- Sjálvandi mátti eg biða um hana. Eg kundi jú ikki stjala hana. Soleiðis var tað tá. Tað var seint á kvøldi. Eg bankaði á dyrnar og stóð har so reyður og smæðin í gongini, tá gamli kom oman trappurnar. Men hann var so sjelablíður og bjóðaði mær inn, og so var alt í lagi, sigur Harry.

Men lógin segði, at maðurin skuldi vera 21 og førur fyri at forsyrgja einari familju, skuldi hann sleppa at giftast.

- Men eg forvann góðar pengar í fiskiskapi og vit høvdu sum sagt skund. Tí fekk eg skiparin at skriva undir upp á, at eg kundi forsyrgja einari familju. Og so sluppu vit at giftast.

5. apríl 1959 var brúdleyp á Toftum. Og 1. november sama ár kom fyrsta barnið, og eftir trimum árum vóru húsini longu niðurgoldin.

Tilsamans komu fýra ungar í reiðrið hjá Emmu og Harry. Tríggir dreingir og ein lítil didda, sum tey tíverri mistu, tá hon var bara fáar mánaðar gomul. Tað var størsta sorgin í samlívinum hjá teimum báðum, sum í ár hava verið gift í fimti ár.

Men soleiðis er lívið sjálvandi, tá vit koma upp í árini saman, eins og Emma og Harry: Ein felags ferð, við góðum og minni góðum upplivingum.

Tí kunnu tey eisini sita her so hugagóð í sofuni í dag, og minnast aftur á eydnuríku ungdómsdagarnar, tá tey bæði funnu saman.


--

Nú leygarkvøldið 4. apríl hátíðarhalda Emma og Harry Hansen gullbrúdleyp fyri 250 fólkum á Svangaskarði.

--