Landsstýrið tekur matin úr munninum á teimum eldru

Tá dagtilhaldini við einum pennastroki vórðu strikað av fíggjarlógini, var tað eitt so ógvusligt inntriv í trivnaðin og gerandisdagin hjá okkara eldru, at fáur mundi vænta, at tað kundi gerast stórt verri. Men nú stendur døgurðaútkoyringin fyri skotum og verður skerd við meiri enn einari helvt

Í Tórshavnar kommunu hava vit í mong ár havt eina frálíka skipan, har døgurði av Lágargarði verður koyrdur heim til pensjónistar. Fleiri av teimum eldru búgva einsamøll heima og hjá teimum er tað ein stórur lætti, at tey fáa døgurðan koyrdan til dyrnar, so tey bara skulu hita hann upp og fáa sær.

 

Men nú gongur sjón fyri søgn, at landið heldur ikki unnir okkara eldru at fáa mat í munnin. Almannastovan hevur stig fyri stig minkað stuðulin til døgurðaútkoyringina so nógv, at í ár eru pengarnir til útkoyring av døgurða til okkara eldru skornir niður um helvtina av tí, tað kostar at koyra út ella at røkja hesa borgaratænastu, sum er alneyðug hjá umleið 100 pensjónistum, sum ikki sjálvir eru førir fyri at útvega ella gera sær døgurða.

 

Stuðulin til útkoyringina er minkaður við 116.000 krónur frá 2008, og tí hevur Lágargarður ikki longur møguleika at koyra døgurðamat út til tey eldru, men noyðist at gevast við hesi tænastu, áðrenn árið er úti. Ikki hava tey á Lágargarði heldur loyvi til at taka peningin frá rakstrinum, so tí hava tey sent Tórshavnar kommunu eitt neyðarróp, tí tey síggja, hvønn veg tað gongur.

 

Hetta er enn eitt dømi um stórt ábyrgdarloysi frá landsins síðu, har sektin liggur á, hvør situr eftir við svartaperi, bara nakrar landskrónur verða spardar. Henda nýggja landsskerjingin gongur beinleiðis út yvir tey eldru í Tórshavnar kommunu, sum fyri bert fáum mánaðum síðani fingu ein skelk, tá landsstuðulin til dagtilhaldini varð strikaður við einum pennastroki.

 

Hóast leiðarar á dagtilhaldum kring alt landið greiddu frá einari sólskinssøgu fyri og aðrari eftir um, hvussu stóran týdning tilhaldini hava sum fyribyrgjandi tiltak og sólarglotti í gerandisdegi teirra eldru, var landsstýriskvinnan í almannamálum ikki til at vika, men helt fast við, at hesum mundu kommunurnar nokk fara at finna útav.

 

Takk skalt tú hava! Nú er ætlanin hjá Rósu Samuelsen, sum hevur evstu ábyrgd av Almannastovuni, at Tórshavnar kommuna enn eina ferð at taka upp eftir landsstýrið, sum tveitir frá sær, tá harðast leikar á. Hvat síggja tit fyri tykkum? Hava tit slett onga virðing fyri teimum eldru? Hvørjum líkist tað, at komið verður við einum inntrivi fyri og øðrum eftir, ið øll beinleiðis ganga út yvir tey eldru? At løgmaður situr passivur á ovastu trúnu og letur alt hetta um seg ganga, eri eg sera bilsin um!

 

Politiskt er hetta ein glíðibreyt, ið slett ikki kann góðtakast, tí hvat verður tað næsta? Samstundis sum tvíhildið verður um, at landsstýrið skal taka sær av eldraøkinum, verður ein partur fyri og annar eftir tveittur yvir á kommunurnar, ið noyðast at taka upptakið, tí landsstýrið hvørki hevur hugin ella viljan til at røkja eldraøkið, sum tað annars hevur bundið seg til, so leingi hetta øki er landsmál!

 

Skulu okkara eldri nú sjálv – av síni frammanundan ússaligu fólkapensjón – rinda fyri útkoyringina? Hvat við at fingið skil á hesum, góða Rósa Samuelsen? Eingin kann liva við, at hetta heldur fram, sum tað nú ger!