Dánjal á Hvítanesi: So til Canada í 17 mánaðir

Nena Danielsen heldur áfram við frásøgnini um verfaðurin Dánjal av Hvítanesi. Ein dag kemur hann heim og sigur konuni, at hann sama kvøld fer til skips. Hann er burtur í 17 mánaðar

2. partur

 

Seinasti partur endaði við, at Dánjal var við Grana í 1912 saman við øðrum monnum av Hvítanesi. Teir vóru eisini við í 1913. Heimkomin av vártúrinum í 1914 møtir Dánjal Jens av Lava, sum hevði verið formaður við einum enskum trolara, sum skuldi fiska við Canada. Teir høvdu brúk fyri føroyskum trolmonnum og flekjarum, og teir skuldu avstað um kvøldið. “Um tað var pláss fyri fleiri monnum,” spyr Dánjal. “Ja, kom tú bara við,” svaraði Jens. “Er eisini pláss fyri Berint, beiggjanum, og Mortan av Argjum,” spyr Dánjal. “Komið tit bara allir við,” svarar Jens. Dánjal hevur uttan iva hildið hetta vera eina spennandi avbjóðing í mun til sluppfiskaríið.

So var at fáa fatur í Berint. Hann var og vitjaði gentuna í Havn. Hetta var Poulina, dóttir Isalinu og Knút Petersen, skómak­ara. Mortan á Argjum hevði eisini hug at koma við. So mynstraðu teir hjá enska konslinum í Havn.

Nústani fór Dánjal niðan á Hvítanes at siga konuni frá, at hann fór avstað, og at hann væntaði sær at koma heim til jólar, eitt hálvt ár seinni. Hetta kom undir øllum umstøðum at verða ein longri túrur.

Nú var at pakka klæðini i ein fart og so avstað. Trolarin æt “Andrew Marc” og merktur til Grimsby.

Teir sigldu til Cork í Írlandi. Maturin var ógvuliga góður á ferðini, men komnir til Cork rýmdi kokkurin í land. Enski skiparin og kokkurin vóru komnir til ilnar, og skiparin hevði sligið kokkin. Manningin kom nú á hotel at búgva, meðan trolarin varð gjørdur siglingarklárur. Reiðararnir itu Mr. Don og Mr. Buckward. Nú fingu teir ein íslend­ing til skipara, men hann hevði ikki ensk pappírir, og tí mátti hann hava flaggskipara. Tað gjørdist tann tiltikni Niclas Leo úr Vági. Hann var royndur trolmaður og búði eisini í Bretlandi. Dánjal ber teimum báðum alt væl.

Komnir til Canada var fiskað á New Foundlandsbankunum og í St. Lawrenceflógvanum. Har lá væl fyri. Teir fyltu trolaran eftir trimum vikum. Skip komu frá Cork, sum teir landaðu uppí inni í North Sidney.

Í Canada vóru tá eingir trolarar og eingir trolmenn, so tað var alt um at gera at fáa menninar at vera verðandi við. Teir vóru um 10-12 føroyingar við og teir lótu seg eftirlíka. Mortan á Argjum fór heim eitt sindur fyrr enn hinir. Teir komu at verða í Canada í heilar 17 mánaðir.

 

Munur millum New York og Hvítanes

Á heimferðini fóru teir til New York, og ein systir Hans í Rættará tók ímóti teimum. Hon fylgdi teimum á sjómansheimið, har teir skuldu búgva. Hon var forlovað við einu norskum stýrimanni, og tey giftust seinni har yviri.

Dagarnir í New York hava verið ein stór uppliving hjá Dánjali. Hann fór kortini ikki so langt frá, har teir búðu. Men hann vitjaði fleiri ferðir eitt stórt akvarium, ið lá í nánd av sjómansheiminum. Hann var ógvuliga hugtikin av teimum nógvu ymisku fiska­sløg­unum, ið har vóru at síggja. “Vit koyrdu undir jørðini,” fortelur hann, “og bilarnir koyrdu høgt uppi yvir høvdum okkara.” Mun­ur hevur verið á New York og Havnini og fyri ikki um at tala Hvítanes.

Teir fóru heim við stóra ferða­mannaskipinum Oskar II. Hetta var undir fyrra heimsbardaga og tí ikki vandaleyst, men teir komu til Keypmannahavnar í øllum góðum. Ta vikuna teir bíðaðu, áðrenn fartur fór heim, búðu teir á sjómansheiminum Bethel, har teir vóru væl móttiknir. Teir vitjaði eisini Zoologiska havan, áðrenn teir fóru heim við Tjaldrinum.

Ikki allir, ið fóru til Canada komu heim aftur. Fleiri blivu verandi og fingu konu har yviri.

Seinasta summar høvdu vit eina frásøgn um eftirkomarar hjá einum teirra, Sigurd í Puntabyrgi. Tey komu til Føroyar á eina ættarstevnu.

Mortan av Argjum var annars skipari á Nýggjaberg, sum varð torpederaður undir krígnun og allir 21 menninir umborð umkomust.

Áðrenn Dánjal fór heim, hevði hann fingið bræv um, at Inga, konan, var farin á Sanatoriið. Hon hevði fingið lungnabruna og var innløgd at fyribirgja tuberklar, men hon kom skjótt heim aftur. Poulina, systir Dánjal, tók sær av børnunum og húsinum, meðan Inga var sjúk.

Úrtøkan í Canada var 45 dollar­ar um mánaðin, og Dánjal fekk livrapengarnar afturat sum kokkaviðbót. Hetta var ein hampu­liga góð inntøka eftir tátíðini. Inga kom fyri seg aftur, og tey fóru bæði til Havnar og keyptu sær ymiskt, sum tey kundu hugsa sær til húsini. Millum hetta var ein málningur av Kristin í Geil.

Tey høvdu keypt sær grønar plússmøblar og annað, ið hoyrdi stovuni til, tá ið tey fluttu í húsini. Tey høvdu eitt sera hugnaligt heim uppi á Hvítanesi.

Berint bygdi eisini á Hvítanesi. Tey høvdu eisini eitt vakurt heim. Tey vóru barnleys, men tey fostraðu upp Elinu, dóttir Mallu, systir Poulinu. Berint og Poulina livdu ikki leingi. Berint var kendur sum ein góður trolmaður. Hann hevði eisini handil á Hvítanesi og tók ímóti fiski.

 

Vildu rógva skipið til lands

Í 1916 fer Dánjal við Haffarinum, sum Jóan Jakku á Viðareiði keypti í 1913 úr Reykjavík, og sum hann eisini førdi. Teir fiskaðu 300 skippund og fóru inn í Reykjavík, áðrenn teir fóru heim. Har segði ein norskur umboðsmaður, Elling­sen, fyri teimum, at teir fingu nógv meira fyri fiskin í Noregi. Tískil fóru teir til Ålesund við fiskinum. Tá ið teir nærkaðust norsku strondini stilti av, og teir fóru í bátin og ætlaðu at sleipa skipið, men Berint tók so nógv á, at árin brotnaði. So gjørdist einki, tí teir høvdu ikki fleiri árar. Teir preijaðu so ein útróðrarbát, sum kom framvið og spurdu, hvat teir tóku fyri at sleipa teir inn. 500 kr. var svarið. Tað var virðið av einum lýsifati tá. Hetta ljóðar nógv, men lýsi var nógv eftirspurt undir krígnum.

Tá ið hann hevði sleipað teir nakað, kom vindur, so sigldu teir sjálvir inn til Ålesund. Hinir høvdu fingið sínar 500 krónur. Teir fingu at vita, at teir høvdu verið hepnir, tí har hevði ligið eitt týskt vaktarskip at forða skipum at koma inn til Ålesund. Tað var júst farið avstað kvøldið fyri, teir komu. Kanska var skipið farið at luttaka í einum stórum sjóslagi, sum leikaði millum týskarar og bretar. Tað varð sagt, at hetta var størsta sjóslag í søguni.

Haffarið kom heim aftur í øll­­um góðum, og Dánjal segði, at túrur­in var ein góð uppliving og ein góður túrur, hvat inntøku viðvíkir.

Jóan Jakku seldi Haffarið í 1922 til Marionnu Nielsen í Vest­manna. Skipið fórst í 1943 við Orknoyggjarnar, men manningin varð bjargað.

 

Aftur við Marshall

Í 1917 fór Dánjal til Íslands við Marshall, men veðrið var ógvuliga ringt hetta árið. Tað var havt á munni um tær ringu páskirnar, tá ið teir róku aftur til Føroyar. Skipið fór illa í hesu ringa veðrinum. Báturin var brotnaður. Seglið skrædnaði, og skuldi klyvarin fáast upp aftur, mátti onkur fara fram á sprytið at festa ein boyla, sum var farin framav. Hetta var ikki nøkur løtt uppgáva, tí skipið var alt avísað, og tað var sprytið eisini. Dánjal helt seg til at royna, og tað eydnaðist honum at festa hendan boylan í. Onkur annar fortaldi fyri mær, at tá ið Dánjal var aftur á dekkinum í øllum góðum, tá skuldu Niklas í Kunoy siga, “um mær var lovað alla Kallsoynna afturfyri, hevði eg ikki gjørt tað.” Vit kunnu hugsa okkum, at umstøðurnar hava ikki verið góðar. So fingu teir heysa klyvaran og sigldu heim.

Dánjal segði skiparanum, at hann fór heim at vára heldur enn at fara á Føroya Banka, ið týskararnir høvdu lýst sum vandaøki. Hetta helt skiparin Palli á Lava ikki hava so nógv at týða, men hann fór so á Fugloyarbankan í staðin fyri. Sostatt var Marshall ikki á Føroya Banka, tá ið fleiri sluppir vórðu søktar. Tíbetur kláraðu allar manningarnar á hesum skipum at rógva til lands í teirra smáu vánaligu bátum, tí veðrið var av tí besta. At eingin mannskaði hendi á hesum søktu skipum var hildið at vera eitt Guds undur. Eftir hetta varð trygdin herd á skipunum, og krøv vórðu sett til bjargingarbátarnar.

Dánjal fór aftur við Marshall í 1918, og hetta var eitt toluligt ár. Hann hevði sum kokkur fasta løn og kundi fiska eitt sindur afturat. Skiparan Palla á Lava hevur Dánjal bara rósandi orð um. Hann hevði gott skil á øllum umborð.

Palli á Lava fekk ikki eitt langt lív. Í 1919 keypti hann saman við Karl á Lag Puritan úr Svøríki. Teir fóru niður til Fletwood at landa veiðuna, og á vegnum aftur til Føroya forlistu teir. Seks av átta monnum umborð doyðu. Millum hesar vóru Palli og sonur hansara Jákup.

Tveir mans skolaðu uppá eina oyggj, har teir vóru í tvey samdøgur, til teir vórðu bjargaðir.

 

Bar 100 punds kalva úr Havn til Hvítanesar

Hans í Funningsstovu kom í 1919 niðan á Hvítanes at biðja Dánjal til kokk við C. M. Slater, vanliga kallað Slatrið. Hann skuldi fáa 100 kr eyka, kom hann við.

Komnir út á bankan var meira linligt. Fleiri vóru í koyggjuni og høvdu sjóverk sum vanligt var, tá ið túrur byrjar. Dánjal fór upp á dekkið og kastar snørið. Tað var skjótt greitt, at okkurt ógvuliga tungt var á. “Hava tit knýtt á hjá mær?” rópar hann. Hetta var ofta gjørt fyri at stinga monnum skør. “Nei,” var svarið. “So mugu tit koma at hjálpa mær,” og beinan­vegin vóru tríggir mans har og hjálptu honum at draga. Tá vóru tveir stórir 100 punds kalvar á. Dánjal kastaði aftur, og hann fekk enn eina ferð ein kalva og eina longu. Triðju ferð hann kastaði, fekk hann ein tosk og eina stóra hýsu. Hann koyrdi beinanvegin hýsuna i pottin. Hon hevði bæði rogn og nógva góða livur. Hetta var góður matur. Tá tørnaðu allir út. Hetta var ein kærkomin mál­tíð, og so fóru allir menn til snørini.

Hýsa hevur so ógvuliga stórt uggabein, og Dánjal snøggaði uggabeinið á hesi hýsu til eitt lítið skaft til ein knív. Hann fekk sær eitt sindur av teinajarni og smíðaði blaðið av tí og gjørdi so hólk um. Umborð vóru øll amboð, eisini loddigreiðir, so hetta lat seg væl gera. Menninir undraðust, tá ið hann vísti teimum knívin, so lítil og fittur hann var.

Kalvarnar kom John hjá Gynnu eftir við hestavogni. Jóannes hja Gynnu var við Slatrinum. Hann segði við Dánjal: “Ein kalva skal tú hava.” Hann varð koyrdur í ein 200 pund sekk, og Dánjal fetlaði sær hann uppá ryggin og so til gongu við kalvanum á bakinum í vindi og kavaroki. Niðankomin var kalvin skorin sundur og fingin til sættis. Høvdið gav hann Drikku, konu Mikkjals.

1919 verður rópt tað góða fiski­árið. Teir fiskaðu 100 skip­pund á bankanum og 300 skp. undir Íslandi, og úrtøkan bleiv 2.500 kr fyri árið. Hetta vóru nógvir pengar tá, og Dánjal keypti sær eina nýggja kúgv, tá ið hann kom heim.

 

Flaggaði fyri dóttir

Dánjal var við Slatrinum til 1923 í fyrsta umfari. Í 1921 fekk hann dóttrina, sum hann so inniliga hevði ynskt sær. Hann átti tríggjar synir frammanundan, og hann bleiv argaður eitt sindur við tí. Teir vóru Hilmar, Petur og Sigurd. Táið triði drongurin kom, skuldi hann siga heldur kvettisliga: “Aftur ein drongur.” Men nú er so dótturin, Paula, komin. Illa gekk at fáa samband við Slatrið. Jens á Lava var komin beint úr Føroyum, og hann fær so sagt Dánjali, at hann hevði fingið eina dóttir. Hetta hoyrir skiparin, og hann koyrir flaggið í topp. Tað hevur verið frøði á Dánjali, tá ið Slatrið lá við Ísland og flaggaði, tí hann var blivin pápi at eini dóttir. Seinni kom so ein sonur afturat, Hans Pauli.

Í 1923 fór Dánjal við Atlantic. Jógvan á Hvítanesi var besti­maður, og teir vóru eisini saman har í 1924.

Í 1925 var Dánjal við Galway við Jógvan á Hvítanesi sum skipara.

 

Róði til Hvítanesar í weekend

Ludda Christian og Mouritsen høvdu umframt skipini eisini hvala­støð­ina á Gjánoyri, og Dánjal fór norður hagar at vera kokkur í 1926. Harald var formað­ur og gav honum leið­beining um, hvat hann skuldi gera. Tveir hvala­bát­ar hoyrdu til støðina. Dánjal skuldi lata proviant um­­borð í hvala­bátarnar. Alt skuldi vig­ast og skriv­ast upp, og hann skuldi eisini baka breyð til teir, og teir um 30 menninar, ið har arbeiddu. Har var stórur bakar­ovnur, sum kundi baka 50 breyð i senn.

Dánjal róði hvørt leygarkvøld hendan langa teinin til Hvítanesar fyri at vera heima í vikuskiftinum, og so norður aftur sunnukvøld. Hann segði, at hann fekk so nógv tvøst, sum hann kundi kóka til kýrnar. Hann hevði tvær kýr tá. Tann sum mjólkaði mest gav 17 litur. Tær fingu eitt sindur av meis eisini.

Í 1927 fór Dánjal aftur við Marshall sum kokkur. Tað var eisini við Marshall, at hann fyrstu ferð bleiv kokkur í 1907.

Palli á Lava segði honum tá, hvussu farast skuldu fram. Hann skuldi kóka saltkjøt tríggj­ar dagar um vikuna, týsdag, hósdag og sunnudag. Hann skuldi gera súra og søta sós til salt­kjøtið sunnudagar, og hetta dámdi mann­ingini so væl. Gerandis­dagar vóru ertrar kókaðir saman við saltkjøtinum, og sunnudagar var ofta budingur omaná. Annars skuldi hann kóka ríssuppu ella byggreyt við sviskum í, og dúrkið skuldi feiast væl hvønn morgun.

Stundum gjørdu teir sær framí­­­hjá keksa­­steik, sum ofta enn verð­ur tikið til av gomlum fiski­­monn­­um. Tað var bloytt keks, og hvør maður mátti geva ein klíning av marg­arini og eitt sindur av sukri til, tí at provanturin var býttur. Keksa­steikin fór so í ovnin. Summir hildu hana tó vera ov søta.

 

Fór eftir høvdinum í havið

Hetta vóru nakrir hugleiðingar frá 1907-1912, tá ið Dánjal fyrstu ferð var kokkur, og í hesum tíðarskeiði minnist hann eisini til eina serliga hending.

Marshall lá á Havnarvág, og Dánjal var uppi í góðsinum og skuldi orðna okkurt. Hann slepti aðrari hondini, og hann helt, at tað, hann helt í við hinari hondini, var nóg sterkt. Men hetta slitnaði, og Dánjal fór eftir høvdinum í havið. Hann segði, at hann fór sum ein pílur gjøgnum sjógvin. Tá var tað fyri honum, sum um rópt varð á hann: “Spenn armarnar út frá”, tá fór hann líka skjótt upp aftur. Tað sigst, at Inga, sum arbeiddi á gamla hospitali, stóð har og eygleiddu hendingina.

Skiparin og stýrimaðurin kastaðu eina línu til hann, og Dánjal fekk svamblað so mikið, at hann fekk fatur á línuna, og so drógu teir hann inn á dekkið. Hann dugdi ikki at svimja, men hann segði, at hann ongantíð var bangin.

Í 1927 er Dánjal aftur við Mars­hall. Úrtøkan varð um 550 krónur.

 

Keypti sær bát

Tá ið Dánjal kom heim vártúrin, sær hann ein bát standa á Kongabrúnni. Hann var sera hugtikin av honum. Hann tók lúkuna av maskinrúminum og hugdi at hesum spildurnýggja motori. Hann hevði grønar sylindarar og messingrør. Alt var so blankt. Hann fekk ikki eyguni frá hesum báti. Hann fekk at vita, at Poul í Geil átti bátin, og at Sofus hjá Stinu hevði smíðað hann. Seinni kom Andrias í Skorastovu, teir vóru systkinabørn, umborð til hann og sigur: “Eg havi tosað við Poul í Geil, og tú kann gott fáa bátin. Hann kostar 700 krónur.” Um kvøldið komin niðan á Hvítanes spyr hann Ingu, um hon helt, at hann skuldu keypa bátin. “Á jú, keyp tú bara bátin,” sigur hon. Tey áttu nakað av pengum, men ikki nóg mikið. Dánjal fór til Edvard Mitens, ið var sakførari fyri teir á hvalastøðini og spurdi, um hann ikki kundi orðnað tað soleiðis, at hann fekk teir pengar, hann átti til góðar hjá hvalastøðini, sum tá var farin í gjaldssteðg. Hetta játtaði hann, og so var báturin keyptur.

Tað var frøði á dreingjunum, tá ið Fimm Systkin kom niðan á Hvítanes. Teir fóru avstað við honum, og Dánjal sá ikki bátin aftur, fyrr enn hann var langt úti á fjørðinum. Hilmar hevur verið um 16 ár og Petur 14. Sigurd var bert 10 ár, men hann segði, at teir ofta høvdu seg við til at standa á brúnni og selja fisk. Tað komdu teir seg ikki so væl til. Tá lá betur fyri hjá Sigurdi! Dánjal segði, at tá ið hann var heima, purraði hann synirnar út kl. trý um náttina at egna, og so kundu teir av og á fiska heilt nógv. Teir kundu eisini fara út eini kyrrindi og selja fyri 6-10 kr. Hetta hjálpti væl afturat til húsarhaldið. Av fiskapengunum bleiv altíð kjøt keypt til døgurða.

Sum frá leið, vóru teir fleiri, sum keyptu sær maskinbátar uppi á Hvítanesi, táið teir sóu, at tað var innløga í einum sovorðnum fari.

 

Toran slerdi niður

Í 1928 var Dánjal aftur við Slater. Niklas Pauli var skipari, og Jógvan á Hvítanesi var bestimaður. Teir fiskaðu ikki nógv, tí at agnið var ikki gott hjá teimum. Teir fóru so inn at keypa agn. Men tað kom ikki nógv burturúr, tí tað var so útliðið, so teir sigldu heim.

Slater hevði fingið ein motor, og hann gekk 5 míl. Teir vóru út fyri Portlandinum, tá ið tað fór at regna so óvanliga illa. Dánjal var í koyggjuni og Jógvan við. Teir blivu útpurraðir at koma upp at bjarga sær, tí at toran hevði sligið niður í skipið. Jógvan las Faðir Vár og signaði seg. Dánjal leyp upp á dekkið. Tá lá tann lítli ritubáturin niður við síðuna á skipinum við botninum upp. Jógvan var eisini komin upp. Hann spyr um sjógvur er í skipinum. Men teir høvdu ikki hugt. “Farið og hyggið eftir tí, og bíðið við bátunum,” segði hann. Men tað var eingin sjógvur í skipinum. So sissaðust menninir, og teir fóru at tosa um tað, ið var farið fram, tá ið toran slerdi niður. Ein segði seg hava sæð eldkúlina koma í mastrina. Hon fór síðan niður við skipssíðuni í sjógvin. Maðurin, ið stóð til róðurs, varð slongdur upp um róðurtaljuna og í dekkið. Tveir menn stóðu á bógnum. Teir blivu eisini slongdir í dekkið, og teir sum vóru niðri undir, lógu hvør um annan slongdir í dúrkið. Teir komu so heim og máttu fáa eina nýggja mastur, tí hin var so illa brend.

 

Hans Jacob Egholm kom í motorin

Í 1930 hendi ein sera syrgilig vanlukka við Slatrinum. Teir vóru farnir avstað 3. mars. Ein av manningini var tann 23 ára gamli Hans Jacob Egholm úr Streymnesi. Tann 16. mai koma teir so aftur til Føroya. Hans Jacob var nýgiftur, so hann var so ógvuliga spentur uppá at koma aftur til konuna. Sum teir nærkaðust Føroyum, fór hann fleiri ferðir upp í mastrina at vita, um hann sá land.

Tá teir loksins koma móti landi, bað motorpassarin Hans Jacob koma at hjálpa sær at seta motorin í gongd. Motorurin var ikki nýttur meira enn hetta.

Hans Jacob var vanur at hjálpa motorpassaranum við hesum. Men hvat ið hendi ella ikki. Hans Jacob verður fastur í svinghjólinum, og áðrenn motorurin verður steðgaður aftur, er Hans Jacob deyðiliga løstaður og doyr nakrar tímar seinni.

Konan er komin til Havnar at taka ímóti manninum og verður møtt við hesum ræðuligum boð­um um tað, ið hent var! Hans Jacob liggur grivin í gamla kirkju­garði í Havn. Seinni um heystið fær konan ein son, sum verður kallað­ur Hans Jacob eftir pápan­um. Hann er deyður fyri kortum.

Mamma Hans Jacob, Lotta, fekk eina harða lagnu. Hon hevði átt fimm synir. Tveir doyðu smáir.

Árið eftir í 1931 gingu hinir báðir synirnir, sum eftir vóru, burtur við Doru. Seinni lammaðist maðurin og var avlamin í nógv ár. Dánjal tosaði ofta um, hvussu syrgiligt hetta var.

Ein annar hvítanesmaður við Slatri­num hetta árið var Tróndur Nybo, sonur Jógvan. Hann var besti vinur við Sigurd hjá Dánjali. Teir vóru báðir niðri undir krígn­um. Tá hendi tað vanlukkuliga, at Tróndur druknaði, og Sigurd mátti eyðmerkja líkið. Hetta var eitt tað ringasta, sum Sigurd segði seg minnast at hava verið út fyri.

 

Við Signhild

Dánjal var við Slater til 1933, men tá tók Hans í Funningsstovu seg burtur úr felagsskapinum við Karl á Lag og seldi sín part til Anthon Johansen á Strondum, og onnur manning kom við honum. Tað kann verða nevnt, at Slatrið endaði í Gøtu og gjørdist til Fimm Systkin hjá Reinhold Thomsen, við Gil, í Norðragøtu.

Skiparin á Signhild, Jakku í Froðba, bað Dánjal koma við sær sum kokkur í 1934. Hetta var Jacob Vang, sum var umrøddur í samband við forlissið á General Gordon. Jakku dugdi at yrkja og yrkti tveir sangir í samband við hesa vanlukku.

Har umborð mátti kokkurin ikki fiska, hann hevði fasta løn. Ein dagin bað hann ein, sum fór frá snørinum at skaffa, um at lána sær snørið eina løtu. Hann hevði ikki meira enn fingið tað niður, tá var ein stórur kalvi á. Onkur kom við einum haka at hjálpa til at fáa kalvan inn. Skiparin orðnaði so onkrum av manningini at skera kalvan sundur fyri Dánjal. Riklingur varð hongdur upp í vantið at turka. Høvdið og ravarnir vórðu saltaðir. Tað bleiv ein hálv tunna. Hetta var góður vetrarmatur, ikki minst tann turri riklingurin.

 

Bjargingini av mann­in­gini á Langanes

Í 1935 fór Dánjal við Mignonettu við Jens Petur Egholm, vanliga kallaður Des, sum skipara. Teir fóru yvir á Selvogsbankan. Har var illa fiskandi fyri veður. Ein dagin síggja teir eitt skip, har ein maður stendur á stýrhústakinum og veittraði alt hann kundi. Tað var Langanes, sum vestur úr Vestmanna­oyggjunum hevði fingið ein so ovurstóran brota­sjógv. Alt í skipinum uttan sjálv maskinan fór í sor og slongdist yvir í stýriborð. Tað sama var við saltinum í lastini, sum var farið út í læborðið, og Langanes legðist á liðuna. Manningin fór beinan­vegin at lempa, so hon rættaði seg upp aftur, men skipið var illa farið. Sjógvurin hevði verið so stórur, at kolið var slongt úr kolkjallar­anum heilt upp í koyggjurnar. Teir høvdu verið noyddir at kappa vantini, men tá brotnaði masturin.

Teir hugsaðu ikki annað, enn at teir fórust beinanvegin. Rópini um hjálp vóru hjartaskerandi. Tað fóru eisini tveir mans fyri borð. Annar flotnaði inn aftur, meðan hin varð bjargaður av einum sterk­um sumbingi, sum seinni fekk medalju fyri sítt avrik.

Menninir høvdu stríðst sum fyri lívinum í 14 tímar, tá ið Mignon­etta kemur fram á teir sum ein frelsandi eingil.

Har var einki at gera uttan at fáa fólkið av skipinum. Des stílaði fyri bjargingini og tað gekk væl. Teir stjóraðu ein bát millum skip­ini við fólkinum. Des bað Dánjal standa og halda tørn og at lora út sum sjógvarnir gingu á. Í seinasta báti, sum fór millum skipini vóru skiparin, bestimaðurin og motor­pass­arin. Tá kom ein so ringur sjógvur, at línan slitnaði. Árar vóru í bátinum, so teir róðu at borði og blivu bjargaðir í øllum góðum.

Allir 20 menninir vóru so um­­borð á Mignonettu. Her vóru 20 mans framman­undan, so tað bleiv trongligt. Menninir vóru illa fyri. Har var onkur maður, sum Dánjal hevði verið saman við árið framman­undan við Signhild. Dánjal kendi hann ikki aftur. Teir vóru svartir, skitnir, kaldir og so forpíndir at síggja, sum teir høvdu stríðst.

Tað var roynt at taka Langanes uppá sleip, men hetta var hop­­leyst, sum umstøðurnar vóru.

Tað varð farið inn í Vestmanna­oyggjarnar við manningini á Langanes. Í Sosialinum takkaðu teir so miriliga fyri alla ta hjálp, teir høvdu fingið.

Langanes var seinni funnin av Liljuni og bjargað. Fyrsti maður umborð á Langanes var Jakku hjá Gøtu Jákup, sum búði millum Garðarnar í Klaksvík.

Des var ein framúr sjómaður. Tá ið hann doyði skrivaði Eiden Müller, at hann royndist dúgligur skipari í mong, mong ár við sluppunum úr Havn. Eitt tað fyrsta skip, hann førdi, var Prinsesse Marie. Seinni kom hann at gerast skipari hjá svágrin­um Sofus í Rituvík, sum var giftur við systrini Helenu. Aftaná Mignonettu førdi hann skip hjá Petur Dahl, sum eisini var svágur hansara, giftur við Nellu. Millum hesi vóru Torrasól, Vársól og Gudrun Zoega.

 

 

Rættingar

Í næstseinastu Miðviku varð sagt, at Hendrik Tausen var verfaðir Torkil Beder. Hetta var skeivt. Men hann var verfaður beiggja hansara Erland.

Sagt var í seinasta parti, at Olivia var fyrsta skip sum fórst við mann og mús í seinastu øld. Her skuldu staðið, at hetta var fyrsta skip sum fórst undir Íslandi.

Um Gutta í Skálanum hava vit fingið upplýst, at hann seinni búsettist á Tvøroyri.

Vit høvdu mynd í seinasta blaði av brúðfólki á Hvítanesi. Triði fremsta parið er Hoydal, sum arbeiddi á Sanatoriinum, og konan Ata.

 

 

Næsti partur

Dánjal fer við trolara, og legst so uppá land. Eisini verður greitt frá sjólívi hjá synum hansara