avgjørt enn. Annars verður summarið brúkt í Føroyum til arbeiði, men onkrir frídagar verða. Niclas Johannesen sigur, at teimum dámar væl at ferðast í Føroyum, og hann heldur, at Føroyar eru fantastiskar [...] summarfrí? - Ja, eg gleði meg, hóast summarfrítíðin hjá okkum verður eitt sindur forskotin, og í fyrsta lagi verður í august. Hvat fert tú at brúka summarfrítíðina til? - Vit ætla at fara ein túr av landinum [...] klokkutíðir og jagstran frá A til B. Mær dámar betur at taka tað, sum tað kemur. Alt hitt er nokk av í gerandisdegnum, heldur Niclas Johannesen fyri.
stovn í Mykinesgøtu í Havn og keypt grannafyritøkuna Norð Trukk, ið m.a. umboðar Linde gaffiltrukkar, Zepro lyftir og Fassi kranar. Við hesum kunnu KJ Hydraulik og KJ Norð Trukk bjóða seg fram í høvuð [...] umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna. Sum ein av størru fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum veitir KJ eisini útgerð og tænastur til marknaðir uttanlands. Fyritøkan hevur t.d. umboð fyri norska [...] diesel motorar og generatorar. Avtala er eisini gjørd við Caterpillar um servicu av CAT maskinum í Føroyum. Eisini framleiðir fyritøkan egin spøl, tvíkiljur til alivinnuna og aliringar, umframt at selja
Mars, sum í fleiri ár var heimahoyrandi í Sandavági, ført til lands. Skipið er ikki longur heimahoyrandi í Sandavági, heldur ikki í Hósvík, haðani skipið varð selt úr Sandavági. Helst er Mars í dag skrásettur [...] hava skilt, at Mars í dag liggur í Las Palmas á Grand Kanariu við eini rættiliga dýrari last av marihuana. Sum skilst, hevur danska TV-ávísin borið tíðindini um, at skipið er tikið í sponskum sjógvi við [...] skrásettur í Panama. Tá ið skipið fór úr Føroyum, ljóðaði, at keypararnir skuldu brúka tað til hummaraveiði. Men sambært sponsku løgregluni hevur skipið verið meira enn á hummaraveiði, síðan tað fór úr Føroyum
pall í summar Í vetur hava teir í Scorpions brúkt fýra mánaðir í studio í Los Angeles, og í mai mánaði kemur nýggja fløgan, sum teir hava gjørt í samstarvi við kendar framleiðarar og sangskrivarar í USA [...] støðum sum í Føroyum, men teir vildu sjálvir so fegnir koma til Føroya, og tí lat tað seg gera at fáa hendan risan í altjóða rocktónleiki at spæla á Summar Festivalinum. Og so standa Føroyar har mitt í rúgvuni [...] Manchester, París, Moskva og London. Undan konsertini í Føroyum spæla Scorpions í Bretlandi, og eftir konsertina á Summar Festivalinum standa framførslur í Mexico og Kanada á skránni.
Á aðalfundi í gjár, fekk Amnesty International í Føroyum tríggjar nýggjar nevndarlimir Amnesty Inernational hevur fingið nýggjar kreftir í nevndina. Á aðalfundinum í gjár, vórðu tríggir, nýggir nevndarlimir [...] og harafturat tók Áki Johansen seg úr nevndini mitt í valskeiðnum tí hann hevði ov nógv at gera. Teir tríggir nýggju nevndarlimirnir í Amnesty í Føroyum eru Firouz Gaini, Dorte Pedersen og Carl August Arge [...] Arge. Hinir nevndarlimirnir eru Erling Isholm og Katarina Petersen og tey hava verið í nevndini í mong ár. Tiltakslimir í nevndini eru Unn Poulsen og Birita Ludvíksdóttir og tær eru eisini nývaldar. Av tí
á almenna vitjan í Føroyum. Göran Persson, sum hevur verið forsætisráðharri í Svøríki seinastu tíggju árini og kona hansara, Anitra Steen. Tey komu við flogfari úr Íslandi og lendu í Vágum beint fyri kl [...] bjóðaður løgmaður og borgarstjórin í Klaksvík til døgurða í Skálanum, og eftir tað koyrdi fylgið gjøgnum undirsjóvartunnilin til Havnar. Leygarmorgunin varð vitjað í Hvannhaga í Suðuroy, har Petur Karl av Rana [...] arbeisdøgurða í Norðurlandahúsinum, og síðani varð vitjað m. a. Listaskálanum. Seinnapartin hevði Göran Persson fund við Javnaðarflokkin í Miðlahúsinum, har hann eisini hitti sviar, búsitandi í Føroyum og føroysku
ljóðmaður í rockbólkinum, hann er við í, og sum er á veg til Føroyar at spæla á eini festival. Í Føroyum gerst Mattias sálarliga so illa fyri, at hann verður innlagdur á ein viðgerðarstovn í avtoftaðu [...] partur av søguni fer fram í Føroyum. Heitið á bókini sipar til Buzz Aldrin, mannin, sum ongin minnist, men sum var tann næsti at seta fótin á mánan eftir Neil Armstrong. Mattias í bókini hjá Harstad er eisini [...] hann til Føroyar, hvarv bara í tríggar vikur og kom aftur eitt sindur bleikari. Eg havi verið í Gjógv nakrar ferðir og helt bygdina hóska væl, tí hon er sum eitt nullpunkt í heiminum, sigur Harstad við
fjepparafelag er sett á stovn í Føroyum, og tað seinasta í hesi røðini er føroyska fjepparafelagið hjá Arsenal. Nú er tó líkt til, at enn eitt fjepparafelag verður sett á stovn í Føroyum. Tað eru teir báðir Jóhann [...] sigur, at teir hava alla tíðina havt ætlanir um at seta fjepparafelagið á stovn undan kappingarbyrjan í ár, og tí skal hetta helst henda skjótast gjørligt, sigur hann. Føroyska fjepparafelagið hjá Newcastle [...] fyri árligum túrum til St. James’ Park at hyggja eftir fótbólti. Newcastle byrjar nýggja kappingarárið í morgin, tá Sam Allardyce og hansara menn vitja hjá gamla felagnum hjá Allardyce, Bolton. Dysturin byrjar
vístu eisini myndir frá góðu úrslitunum á Oyggjuleikunum á Álandi í 1991 og av leikunum á Gibraltar í 1995. Judo kom annars til Føroya í 1971, tá judofelag bleiv sett á stovn innan felagið Bragdið. Tað [...] danirnir Sven Nørspang og Niels Sørensen, sum løgdu lunnar undir judoítróttina í Føroyum. Eftir at judofelag var sett á stovn í Havnini, so gekk ikki long tíð, áðrenn klasvíkingar eisini fingu sítt judofelag [...] átta ár, áðrenn næsta judofelagið í landinum bleiv sett á stovn. Tá fóru tvey onnur judofeløg í gongd við sítt virksemi, nevniliga Sunda Judofelag og Vága Judefelag. Í hesum sambandi blivu fundarboð send
Maggie Reilly skal í heyst ferðast við hesum tónleiki í Onglandi og aðrastaðni í Europa, men eisini her standa føroyingar fremst í køini, tí konsertferðin byrjar á Summar Festivalinum í Klaksvík. - Eg gleði [...] spæla. Sonur mín er sera áhugaður í norðurlondum og norðurlendskum rocktónleiki, og hann sigur, at nógvur góður rocktónleikur er í Føroyum, sigur Maggie Reilly, sum er fødd í skotska býnum Glasgow, har hon [...] sungið. Sangurin, sum Mike Oldfield skrivaði til hennara rødd, var eitt megahitt fyrst í 80 unum, og her í Føroyum var sangurin eisini tráðspældur. Hendan sangin ætlar Maggie Reilly sjálvsagt at spæla fyri