KJ Hydraulik í høvuðsstaðarøkinum

Eftir at hava sett eina deild á stovn í Mykinesgøtu í Havn og keypt grannafyritøkuna Norð Trukk, hava KJ Hydraulik á Kambsdali rættuliga fingið fótin fastan í høvuðsstaðarøkinum

KJ Hydraulik á Kambsdali er ein fyritøka, ið er kend fyri sín serkunnleika innan hydraulik og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnað, alivinnuvinnu á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna.
 
Sum ein av størru fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum veitir KJ eisini útgerð og tænastur til marknaðir uttanlands.
 
Fyritøkan hevur t.d. umboð fyri norska trolspælframleiðaran Rapp Hydema og kranaframleiðaran Palfinger og CranePower  (Palfinger Marine), eins og  entreprenørmaskinurnar sum JCB og Huddig, og Iveco Motors diesel motorar og generatorar. Avtala er eisini gjørd  við Caterpillar um servicu av CAT maskinum í Føroyum.
 
Eisini framleiðir fyritøkan egin spøl, tvíkiljur til alivinnuna og aliringar, umframt at selja hydrauliskar lutir sum pumpur, motorar, ventilar, filtur, hydraulikslangur o.m.a.
 
Nú hevur fyritøkan sett eina deild á stovn í Mykinesgøtu í Havn og keypt grannafyritøkuna Norð Trukk, ið m.a. umboðar Linde gaffiltrukkar, Zepro lyftir og Fassi kranar.
 
Við hesum kunnu KJ Hydraulik og KJ Norð Trukk bjóða seg fram í høvuðsstaðarøkinum við øllum arbeiði innan hydrauliskar og electro-hydrauliskar skipanir, trukkum, lyftum og kranum og allari útgerð í hesum sambandi.
 
Báðar fyritøkurnar vórðu stovnaðar síðst í 70-unum og hava tær drúgvar royndir innan síni øki.
 
Hjá KJ Hydraulik og KJ NorðTrukk eru tilsamans fleiri enn 50 starvsfólk.