Gleðir tú teg at fáa summarfrí?
- Ja, eg gleði meg, hóast summarfrítíðin hjá okkum verður eitt sindur forskotin, og í fyrsta lagi verður í august.
Hvat fert tú at brúka summarfrítíðina til?
- Vit ætla at fara ein túr av landinum um mánaðarskiftið august/ september. Júst hvar tað verður, er ikki avgjørt enn. Annars verður summarið brúkt í Føroyum til arbeiði, men onkrir frídagar verða.
Niclas Johannesen sigur, at teimum dámar væl at ferðast í Føroyum, og hann heldur, at Føroyar eru fantastiskar.
- Vit fara ofta dagtúrar ymsastaðni, um frídagur er, og veðrið er til vildar. Okkum dámar væl at vera spontan. Skínur sólin vestan fyri, so fara vit har, og eru sólglottar norðan fyri, koyra vit ein túr norðureftir.
Hvat søkir tú mest, tá tú ferðast – samveru, støð ella sól?
- Eg vil siga eitt sindur av øllum. Nýggjar upplivingar og mentanir, góða samveru við góð fólk, góðan mat og nokk av svøvni.
Hann heldur, at frísk luft og fólkaríkt býarlív hava bæði sínar serligu dygdir.
- Sjálvur vil eg helst sleppa undan at hava ov nógvar avtalur um klokkutíðir og jagstran frá A til B. Mær dámar betur at taka tað, sum tað kemur. Alt hitt er nokk av í gerandisdegnum, heldur Niclas Johannesen fyri.