Summar Festivalur
Moonlight Shadow er størsta hittið, sum Maggie Reilly nakrantíð hevur sungið. Sangurin, sum Mike Oldfield skrivaði til hennara rødd, var eitt megahitt fyrst í 80unum, og her í Føroyum var sangurin eisini tráðspældur.
Hendan sangin ætlar Maggie Reilly sjálvsagt at spæla fyri føroyingum, tá hon fer á pallin á Summar Festivalinum. Og hon ætlar sær eisini at tríva í aðrar kendar sangir hjá sær sum To France og Everytime We Touch.
Men við sær hevur Maggie Reilly eisini eina spildurnýggja fløgu, sum hon júst hevur spælt inn.
- Almenni útgávudagurin fyri fløguna er 15. september, men vit ætla okkum at taka nakrar fløgur við til Føroya, so at føroyingar kunnu verða teir fyrstu at hoyra sangirnar á útgávuni, sigur hon.
Sonurin fylgir væl við
Maggie Reilly skal í heyst ferðast við hesum tónleiki í Onglandi og aðrastaðni í Europa, men eisini her standa føroyingar fremst í køini, tí konsertferðin byrjar á Summar Festivalinum í Klaksvík.
- Eg gleði meg sera nógv at koma til Føroya at spæla. Sonur mín er sera áhugaður í norðurlondum og norðurlendskum rocktónleiki, og hann sigur, at nógvur góður rocktónleikur er í Føroyum, sigur Maggie Reilly, sum er fødd í skotska býnum Glasgow, har hon eisini er búsitandi.