Fitt av fólki var savnað í Miðlahúsinum leygardagin til stóra móttøku, tá Judosamband Føroya hátíðarhelt 25 ára stovningardagin. Judosambandið vísti fram gamlar myndir heilt afturi frá 1970unum. Teir vístu eisini myndir frá góðu úrslitunum á Oyggjuleikunum á Álandi í 1991 og av leikunum á Gibraltar í 1995.
Judo kom annars til Føroya í 1971, tá judofelag bleiv sett á stovn innan felagið Bragdið. Tað vóru teir báðir ungu danirnir Sven Nørspang og Niels Sørensen, sum løgdu lunnar undir judoítróttina í Føroyum. Eftir at judofelag var sett á stovn í Havnini, so gekk ikki long tíð, áðrenn klasvíkingar eisini fingu sítt judofelag. Tvey ár eftir stovnsetingina av Havnar Judofelag, bleiv Klaksvíkar Judofelag sett á stovn.
Tað gingu heili átta ár, áðrenn næsta judofelagið í landinum bleiv sett á stovn. Tá fóru tvey onnur judofeløg í gongd við sítt virksemi, nevniliga Sunda Judofelag og Vága Judefelag. Í hesum sambandi blivu fundarboð send út til hesi fýra feløg, tí tá trý ella fleiri feløg eru í Føroyum innan eina ítróttargrein, so ber til at stovna eitt sersamband undir Ítróttasambandi Føroya. Á fundinum verður avgjørt ímillum tey fýra feløgini at stovnað Judosamband Føroya, og í august mánaði sama ár varð fyrsti aðalfundur á skránni hjá Judofelag Føroya.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lógu framvið til Oyggjaleikirnar
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Fýra ár eftir, at Judosamband Føroya varð sett á stovn, byrjaðu Oyggjaleikirnir, og formaðurin í Judosamband Føroya, gjáarmaðurin Sofus D. Johannesen sigur, at føroyingar royndu, saman við øðrum judofeløgum at fáa judo við á fyrstu leikirnar.
- Vit lógu framvið at fáa judo við í 1985 á Isle of Man og í 1987 á Guernsey. Hetta eydnaðist okkum tó ikki, men í 1989 her í Føroyum riggaði. Vit fingu judo við til Oyggjaleikirnar, og hetta var byrjanin til eitt gott tíðarskeið fyri judoítróttina í Føroyum.
Judo var við á Oyggjaleikunum heilt frá 1989 og fram til 1995 á Gibraltar. Føroyingar fingu fleiri góð úrslit. Á Oyggjaleikunum í Føroyum fingu føroyingar eina góða byrjan uppá judotilveruna á leikunum. Vit fingu fýra gullmedaljur, eina silvur og tvær bronsumedaljur. Á Álandi í 1991 gekst heldur verri, og har fingu vit bert eina gullmedalju, fýra silvur og tvær bronsu. So vendi gongdin aftur, og á Isle of Wight bleiv úrslitið tríggjar gull, tríggjar silvur og tvær bronsu medaljur. Á hesum leikum fingu Føroyar m.a. bæði silvur og bronsu í liðkappingini, og hetta var eitt sera flott úrslit.
Enn betri gjørdist úrslitið á Gibraltar tvey ár seinni. Hesaferð fingu føroyingar tríggjar gull, tríggjar silvur og seks bronsu medaljur, og her fingu vit gull í liðkappingini á fyrsta sinni. Hetta var besta árið hjá judarunum í Oyggjaleikahøpi, men hetta gjørdist eisini endin á hesum sinni.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Judo byrjaði at detta niðurfyri
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Næstu Oyggjaleikir var judo ikki partur av leikunum, og hetta gjørdist byrjanin til eina ringa gongd innan judo í Føroyum. Í tíðarskeiðnum eftir stovnanina av Judosamband Føroya duttu fleiri av smærru feløgunum niður fyri. Vága Judofelag, Vágs Judofelag og Kollafjarðar Judofelag vóru ikki longur lívið lagað, og eftir at judo hálvavegna misti oyggjaleikastatus í fleiri ár, so mátti Klaksvíkar Judofelag ásanna, at hetta fór ikki at ganga. Fyri nøkrum árum síðani máttu teir eisini gevast við sínum virksemi. Eftir eru nú bert tvey judofeløg, nevniliga Havnar Judofelag og Sunda Judofelag.
Tað sást eisini aftur ímillum judoíðkararnar, at judo ikki var partur av Oyggjaleikunum í fleiri ár. Áhugin minkaði, og fleiri av royndu kreftunum innan judo valdu at gevast ella at fara til annan ítrótt. Denturin bleiv so lagdur á eitt gott ungdómsarbeiði, og Sofus Johannesen heldur, at áhugin fyri judo er stórur millum børn og ung.
- Tað var eitt tíðarskeið, har tað ikki sá so væl út hjá judo í Føroyum. Fleiri feløg duttu niður fyri, samstundis sum vit ikki hava luttikið á Oyggjaleikunum í fleiri ár. Sjálvt um fleiri av royndu kreftunum innan føroyska judo eru givnar, so hevur áhugin altíð verið stórur millum børn og ung, og tí hava vit valt at leggja stóran dent á ungdómsarbeiðið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Judo aftur á oyggjaleikaskránna
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Nú hevur judo verið í einum aldudali í fleiri ár, men ljós er fyri endan á tunlinum. Judo verður aftur ein partur av Oyggjaleikunum á Rhodos næsta summar, og hetta eru gleðiboð fyri Judosamband Føroya, staðfestir Sofus.
- Næsta summar eru 12 ár liðin, síðani judo seinast var partur av Oyggjaleikunum, so tað vóru eini gleðiboð fyri Judosambandið, tá vit fingu at vita, at judo aftur bleiv partur av Oyggjaleikunum á Rhodos. Judo verður eisini partur av leikunum á Álandi í 2009, og vónandi eisini á Isle of Wight í 2011. So nú ber veruliga til at seta nøkur framtíðar mál til judoíðkarar, og hetta fer vónandi at økja um áhugan ímillum føroyingar aftur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggjar tíðir fyri judo í Føroyum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Nú standa so nýggjar avbjóðingar fyri framman hjá føroysku judofeløgunum og hjá Judosambandinum. Judo er aftur ein partur av Oyggjaleikunum, og her hava føroyingar vónir um at fáa góð úrslit, sigur Sofus.
- Vit arbeiða við at fáa eitt sterkt og breitt lið við til Rhodos. Ætlanin er at fáa tveir judarar í hvørjum vektflokki við til leikirnar, tí her eru nógvir góðir ungir judarar í landinum. Fleiri av eldru íðkarunum, sum vóru við at manna liðið á leikunum í 1995, eru givnir, og hetta gevur pláss fyri yngri kreftum.
Ein stórur trupulleiki er tó í føroyskum judo. Kvinnusíðan er ov veik, og har eru alt ov fáir kvinnuligir íðkarar, ásannar formaðurin í Judosambandinum.
- Trupulleikin hjá okkum til Oyggjaleikirnar á Rhodos er uttan iva kvinnusíðan. Tað eru alt ov fáar kvinnur, sum íðka judo, og tí er støðið eisini lægri, enn tað kundi verið. Eg vóni, at oyggjaleikaluttøkan fer at broyta hetta, og at kvinnurnar eftir leikirnar á Rhodos fara at fáa størri áhuga fyri judo.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Judo skal gerast fastur táttur á leikunum
Tað er tó ikki bert hjá kvinnunum, at støðið kundi verið hægri. Støðið á mannfólkasíðuni er eisini lækkað. Grundin til hetta er, at teir royndu íðkararnir, sum hava verið við í 10-15 ár, eru givnir, og at tað nú eru yngru menninir, sum skulu taka yvir. Hetta er Sofus eisini klárur yvir.
- Støðið á føroyskari judo er lækkað munandi síðani 1995, tá vit fingu okkara besta úrslit á leikunum. Judarar sum Búgvi Poulsen, Sam Vang og Ingi á Tórgarði eru ikki við longur, og hetta er sjálvandi við til at lækka støðið. Men yngru judararnir eru eisini góðir, og teir fara heilt víst at fáa onkra medalju. Ætlanin er annars, at fleiri av ungu judarunum ikki skulu vera á toppinum fyrrenn til leikirnar á Álandi í 2009, tí er Rhodos eitt royndarár hjá fleiri av judarunum.
Sofus Johannesen leggur afturat, at tað hevur alstóran týdning fyri judo, at tað verður fastur partur av Oyggjaleikunum. Tí hevur Judosambandið tosað við onnur Judosambond, og tey eru blivin samd um at senda nógvar judarar avstað, fyri at fáa eina so góða judokapping á Rhodos sum møguligt. Hetta verður gjørt, fyri at judo skal fáa betri møguleikar at gerast fastur partur av leikunum. Verður kappingin á Rhodos væleydnað, so er ikki óhugsandi, at aðrir vertir fara at taka judo við til leikirnar.
At enda sigur Sofus seg vóna, at hetta verður byrjanin til eitt nýtt og gott tíðarskeið fyri føroyska judo. Hann vónar, at fleiri føroyingar fara at fáa eyguni upp fyri judo, ikki minst kvinnurnar.










