So ger unga stjørnuskotið í norska bókaheiminum, Johan Harstad, aftur um seg við nýggju skaldsøguni Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet. Aftur hesuferð rósa ummælarar 26 ára gamla Harstad til skíggja, meðan teir undrast yvir, hví stórur partur av søguni fer fram í Føroyum.
Heitið á bókini sipar til Buzz Aldrin, mannin, sum ongin minnist, men sum var tann næsti at seta fótin á mánan eftir Neil Armstrong. Mattias í bókini hjá Harstad er eisini ein, sum ongin varnast. Og tað passar honum fínt. Sjálvt um hann er ein framúr góður sangari, vil hann heldur vera ljóðmaður í rockbólkinum, hann er við í, og sum er á veg til Føroyar at spæla á eini festival. Í Føroyum gerst Mattias sálarliga so illa fyri, at hann verður innlagdur á ein viðgerðarstovn í avtoftaðu bygdini Gjógv.
Eg síggi Føroyar sum eina jørðiska útgávu av mánanum. Alt sær líka út, og tað tykist, sum at onki hendir har. Ein av mínum bestu vinmonnum er hálvur føroyingur. Hvørt summar fór hann til Føroyar, hvarv bara í tríggar vikur og kom aftur eitt sindur bleikari. Eg havi verið í Gjógv nakrar ferðir og helt bygdina hóska væl, tí hon er sum eitt nullpunkt í heiminum, sigur Harstad við Aftenposten.