Tónleikur
Tað vóru tey, sum hildu at tað ljóðaði ov gott til at verða satt, tá Summar Festivalurin fyrr í ár kunngjørdi, at heimskendi rockbólkurin Scorpions verður høvuðsnavn á festivalinum í ár.
Bólkurin er kendur fyri sínar framúr góðu og stórslignu konsertir, og onkuntíð hava Scorpions spælt fyri fleiri hundrað túsund áhoyrarum í senn.
Í vetur hava teir í Scorpions brúkt fýra mánaðir í studio í Los Angeles, og í mai mánaði kemur nýggja fløgan, sum teir hava gjørt í samstarvi við kendar framleiðarar og sangskrivarar í USA.
Roknað verður við einum braki av einari fløgu, og í summar fara Scorpions á eina konsertferð kring heimin.
Eksklusivur listi
Verður hugt eftir listanum, har Scorpions skal spæla í summar, kann tað skjótt staðfestast, at Føroyar eru komnar í eitt fínt selskap. Tað kann eisini staðfestast, tað var kanska ikki heilt av leið, at summi hildu tað verða óveruligt, at Scorpions skuldu koma til Føroya at spæla.
Vanliga spæla slíkir bólkar sum Scorpions ikki á smáum støðum sum í Føroyum, men teir vildu sjálvir so fegnir koma til Føroya, og tí lat tað seg gera at fáa hendan risan í altjóða rocktónleiki at spæla á Summar Festivalinum.
Og so standa Føroyar har mitt í rúgvuni – millum býir sum Milano, Mexico City, Montreal, Manchester, París, Moskva og London.
Undan konsertini í Føroyum spæla Scorpions í Bretlandi, og eftir konsertina á Summar Festivalinum standa framførslur í Mexico og Kanada á skránni.