Fyrsta forsætisráðharravitjanin í Føroyum

Fyri fyrstu ferð hevur ein svenskur forsætismálaráðharri vitjað í Føroyum

Fríggjadagin komu svensku forsætismálaráðharrahjúnini á almenna vitjan í Føroyum. Göran Persson, sum hevur verið forsætisráðharri í Svøríki seinastu tíggju árini og kona hansara, Anitra Steen.
Tey komu við flogfari úr Íslandi og lendu í Vágum beint fyri kl 16 fríggjadagin. Tey fóru beina leið av flogvøllinum á Oyrargjógv, har Froyur hjá Skúvadal lá fyri teimum.
Siglt varð undir Vestmannabjørgini og síðani norður um oyggjarnar til Klaksvíkar, har vinnan tók ímóti teimum við forvitnisligari framsýning av vørum, sum verða útfluttar til Svøríkis.
Seinni bjóðaður løgmaður og borgarstjórin í Klaksvík til døgurða í Skálanum, og eftir tað koyrdi fylgið gjøgnum undirsjóvartunnilin til Havnar.
Leygarmorgunin varð vitjað í Hvannhaga í Suðuroy, har Petur Karl av Rana greiddi frá.
Á middegi høvdu løgmaður og Göran Persson arbeisdøgurða í Norðurlandahúsinum, og síðani varð vitjað m. a. Listaskálanum.
Seinnapartin hevði Göran Persson fund við Javnaðarflokkin í Miðlahúsinum, har hann eisini hitti sviar, búsitandi í Føroyum og føroysku fjølmiðlarnar.
Sunnumorgunin støkk Göran Persson inn á gólvið hjá Ríkisumboðsmanninum. Síðani varð gingið gjøgnum gomlu Havnina út í Tinganes, har løgmaður bjóðaði ein morgunmatarbita við góðum føroyskum viðskera og turrum fiski.
Um middagsleitið fór ferðalagið aftur í Vágar, og so var vitjanin hjá Göran Persson av á hesum sinni. Ferðalagið heilt leiðina fram til Grønlands, har tey vitja næstu dagarnar.