Jon Hestoy hevur áður, í tveimum umførum, verið venjari hjá Havnar Svimjifelag

Jon Hestoy settur sum høvuðs­venjari hjá Havn­ar Svimji­felag

Eftir at hava virkað sum fyribils høvuðsvenjari í fýra mánaðir, hevur Jon Hestoy nú skrivað sáttmála við Havnar Svimjifelag fram til Oyggjaleikir í 2027, sum verða í Føroyum.

Jon Hestoy hevur áður, í tveimum umførum, verið venjari hjá Havnar Svimjifelag

Jon er 65 ára gamal, føddur og uppvaksin á Tvøroyri. Hann er giftur Susann og eigur fýra børn og fimm abbabørn. Hann er útbúgvin prentari og hevur rikið egna prentsmiðju, Føroyaprent, í samfull 41 ár. Jon hevur verið partur av føroyskari svimjing í meira enn seksti ár.

 

Hansara svimjiyrkisleið byrjaði í lítla 12,5 m hylinum á Tvøroyri og kom í hæddina, tá hann svam í Mission Viejo í Los Angeles hjá víðagitna amerikanska venjaranum Mark Schubert og fyri danska felagið AGF í 80'unum, meðan hann lærdi til prentara í Aarhus. Í hesum tíðarskeiði tók hann níggju donsk met: Í 200m firvald, 400m blandað, 800m frí og 1500m frí. Hann vann sær eisini bronsumerki í 200m firvald í norðurlandameistarakapping í 1979. Jon setti eisini eitt heimsmet, tá hann í Aarhus í 1982 svam 89.174 metrar uppá 24 tímar.

 

##med2##

 

Jon hevur fyrr, í tveimum umførum, verið venjari hjá Havnar Svimjifelag, og hevur verið formaður í Svimjisambandi Føroya í 15 ár og varaforseti í ÍSF í 6 ár. Hann hevur verið limur og varaformaður í European Aquatics Open Water frá 1998 til 2021 og limur í World Aquatics Open Water frá 2013 til 2017.

 

Havnar Svimjifelag er størsta svimjifelag í Føroyum og hevur yvir 400 limir, heilt frá skvatl og spæl fyri 5-6 ára gomul og upp til rørslulið, har hildið verður á at svimja upp í ellisárini. Felagið varð stovnað í 1938 og byrjaði í byrgdum hyli, har tennisvøllur er í dag. Virksemið vaks, tá uttandurahylurin varð latin upp í Gundadali í 1959 og enn meira, tá innandura 25 metra hylurin lat upp í 1982. Í dag hevur Havnar Svimjifelag umstøður í heimsflokki við tí nýggja olympiska langhylinum. Felagið hevur góðar fimmti svimjarar á kappingarliðunum, ið venja upp til fleiri ferðir um dagin.

 

– Vit ynskja Jon hepna hond í starvinum og gleða okkum til samstarvið, skrivar Havnar Svimjifelag.

 

Jon Hestoy hevur áður, í tveimum umførum, verið venjari hjá Havnar Svimjifelag

Anna Maria Juul, næstforfólk í Havnar Svimjifelag og Jon Hestoy