Søga
Manga lastina hevur ísfiskatrolarin, Mars, sum í fleiri ár var heimahoyrandi í Sandavági, ført til lands. Skipið er ikki longur heimahoyrandi í Sandavági, heldur ikki í Hósvík, haðani skipið varð selt úr Sandavági.
Helst er Mars í dag skrásettur í Panama.
Tá ið skipið fór úr Føroyum, ljóðaði, at keypararnir skuldu brúka tað til hummaraveiði.
Men sambært sponsku løgregluni hevur skipið verið meira enn á hummaraveiði, síðan tað fór úr Føroyum.
2,5 miljardir krónur
Vit hava skilt, at Mars í dag liggur í Las Palmas á Grand Kanariu við eini rættiliga dýrari last av marihuana.
Sum skilst, hevur danska TV-ávísin borið tíðindini um, at skipið er tikið í sponskum sjógvi við ikki færri enn 11 ballum av mariuhuana, sum hava eitt søluvirði av umleið 2,5 miljardum krónum.
Eingin ivi er um, at hetta er nógv tann dýrasta lastin, sum Mars nakrantíð hevur ført. Men samstundis er lastin eisini ólóglig so tað brakar eftir í.
Vit hava skilt, at skipið er komið úr Suðurameriku við hesum metdýra "fongi", sum sponsku myndugleikarnir tíbetur avdúkaðu.
Fólk, sum hava sæð myndir av skipinum í TV-ávísini, siga, at gamla navnið framvegis er á skipinum, eins og heimstaður og kennibókstavirnir, VA 174.