trupulleikar, tá stórtøknar ætlanir skulu setast í verk. Ein nútíðar Cervantes, tekur onkur til. Á hundrað ára degnum eru bløðini um Dunnald og tey halgaði minninum um teknaran Carl Barks. Í vikuni kom eisini ein [...] desember í ár raka vit hundrað ára dag Walt Disneys. Hann doyði hin 15. desember í 1966. Kanska verða viðurskiftini í risafyritøkuni Disney tá tikin upp til eftirmetingar. Tað er tørvur á, skal eg heilsa [...] Onnur útgáva av »Disneyrímum«, sum er til taks á Landsbókasavninum, kom í 1980. Ein frægd at lesa, eisini hjá teimum, sum ikki skilja so væl íslendskt. Á bókaútsøluni herfyri, rendi eg meg í eina í hesum
hjá ÓB fer alt at byggja á eirindaleysa útspilling av Tjóðveldinum, sama flokki, sum sami maður á landsfundinum hevur útnevnt til samstarvsflokk eftir løgtingsvalið. Her síggja vit, hvussu skitin politikkur [...] og roynt at skapa skilnað millum føroyingar og danir biðja løgmaður og varaløgmaður nú Føroya fólk um at velja seg á fólkating. Endamálið hjá løgmanni og hansara fólki er at gerast partur av donskum i [...] flokkar at spæla hund við Føroya fólki á henda hátt. Løgmaður hevur verið eitt virðiligt umboð fyri Føroya fólk úteftir, men tað er óseriøst og óvirðiligt, tá sami løgmaður á landsfundi floksins ? eftir at klandurið
vilja gjørt ískoytisavtalu, m.a. um umhvørvi. Men nú skilur amerikanski uttanríkisráðharrin grønlendingar. Søgan sigur okkum, at vanliga leggur USA sektin á smálond. Tí er ikki løgið, at Josef Motzfeldt er [...] ikki verður nýggj verjuavtala, men ískoyti til hana. Á hesum stað er áður gitt, at danir fara at toyggja seg langt fyri at ganga grønlendskum ynskjum á møti í hesum og í sjálvstýrismálinum, tí Grønland hevur [...] spurningurin, um ella hvussu stórt trýst Danmark kann leggja á USA. Josef Motzfeldt tykist góðtaka eina ískoytisavtalu, um ávís ynski verða gingin á møti. So er hin spurningurin, um landsstýrisformaðurin, Hans
hon sum prógv fyri, at tilboðini eru á góðari leið eftir dagsins prísum. Hon sigur seg eisini vita, at tað kostar yvir 30.000 fermeturin at byggja eini vanlig sethús nú á døgum, og hon veit eisini, at jørð- [...] fara undir arbeiðið. Annars vísir forkvinnan í eldranevndini á, at trý tilboð komu inn upp á arbeiði og tað vóru bara nakrar heilt fáar krónur á muni ímillum tvey av tilboðunum, men so var tað lægsta tilboðið [...] útgongd til altan og haðani slepst út á fríøkið rundan um bygningin. Tá ið depilin er liðugur, verða umlættingar- og endurvenjingarplássini á Boðanesheiminum og á Lágargarði flutt í nýggja bygningin og
sum rættilig hospice. Nógv øki myrkaløgd Í Føroyum hava vit onnur viðurskifti, tí vit eru fá fólk sum er spjadd út á oyggjar, og harafturat hava vit ikki krabbameinslæknar burturav til at stýra økinum. Hóast [...] Endmálið var at vísa á, at tað vantar ein felags plattformur at standa á, har teir ymsu sektorarni kundu tosa út frá somu fyrimynd og hugburði um, hvat góð røkt og umsorgan er, og á tann hátt møtast uppá [...] skipað. Tilmælið frá 2001 byggir á palliatión á sama hátt, sum í hinum Norðurlondunum, har sjúkrahús hava servitan savnaða í einum toymi. Í palliativum toymum aðrastaðni eru krabbameinslæknar og sjúkrarø
vegateinum ofta eru darvað av vindi og kava. Slík trygdarviðurskiftir eru sera viðkomandi at viðgera í Kringvarpi Føroya sostatt, at vit fáa skilabestu og tryggastu vegaføringina á umrøddu farleið. Kunni [...] teimum upp á holdið. Miðstaðar- og tíðindafólk skilja skemt - tað álitið hevur undirritaði á umrødda fólkaslagnum. Sum onkur segði - ikki øll havnarfólk eru tíðindafólk, men øll tíðindafólk eru havnarfólk [...] hevði tosað nógv við heimildarfólk av Sandi, segði: “... eg havi verið nógv á Sandoynni, og at leggja vegin upp á fjallið á Sandoynni, tað mugu tit ongantíð finna uppá. Hatta er ringasta lendi fyri veður
eldratsunamiina. Eftir hesum tíðundum at døma, so eru tey, sum eru farin ella fara av arbeiðsmarknaðinum heilt skjótt, bert ein tung byrða fyri tey, ið eftir eru, sum so noyðast at arbeiða enn meira fyri, at [...] m, er ikki heilt ókendur, men tá tosa vit vanliga um politiskar skipanir, sum vit annars ikki vilja samanberast við. Tað sær út sum um bólkurin av eftirløntum nú er ov lítil at nýta til at flyta fokus [...] at teir liva leingi eisini ein vaksandi trupulleiki. Hatta var ein fiksur máti at flyta fokus upp á. At fíggjar-málaráðharrin sleppur at sleingja henda pástandin út í útvarpinum, uttan ein tann einasta
tað eitt sindur skuffandi, nú dysturin akkurát er liðugur, tí sjálvandi eri eg keddur eftir eina tapta finalu. Men við longdini veit eg, at eg fari at fegnast um silvurið, tí vit veruliga hava uppiborið tað [...] spælararnir okkum væl í servuni, so vit ikki kundu fáa gongd í okkara álopsspæl, og so ber illa til at vinna. Eisini Magnús helt tað vera stuttligt at spæla í høllini á Hálsi, har fitt av fólki kom at hyggja [...] hugaligt og stuttligt at spæla á heimavølli og at fáa stuðul frá áskoðarunum. Hesar kvinnurnar koma tey at síggja meira til, tí flogbóltsframtíðin hjá kvinnunum er bjørt. Her eru nógvir góðir spælarar, sum
er harmur um, at teir nú spæla av við Kurt Mørkøre, og KÍ formaðurin Svend Jacobsen, ásannar, at tað kemur illa við hjá teimum at missa liðformannin og undangongumannin á liðnum, nú teir avgerandi dystirnir [...] landsdystir og hevur skotið eitt mál á landsliðnum (í Gundadali móti Íslandi fyri níggju árum síðani), spældi í 1995 eitt stutt skifti í Ålesund. Hann er 30 ára gamal og kom á fyrsta lið hjá KÍ í 1986. Í 1987 [...] Julian Johnsson, sum júst er fluttur til Sogndal, ið er á 9. plássi í næstbestu norsku deildini, sigur í blaðnum í dag, at teir flestu av spælarunum eru ungir og hava ikki nógvar royndir, og at felagið roynir
fíggja eitt lægri oljuavgjald. Vit hava eina samgonguavtalu um at lata ein skattalætta í fýra ár, og tað verður sera trupult at ganga burtur frá eini slíkari avtalu, sigur Bárður á Steig Nielsen. Ítøkilig uppskot [...] Føroyum. Hesar hendingar eru viðvirkandi til, at bæði privatfólk og vinna mugu gjalda nógv meira fyri oljuna, enn tey hava gjørt seinnu árini. Oljuprísurin til húsarhaldini er nú farin upp um 5 krónur fyri [...] og av hesari upphædd eru 80 oyru í avgjaldi til landskassan, sum eisini fær mvg burtur úr søluni av olju. Miðflokkurin hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at lækka avgjaldið á olju, tá ið oljuprísurin