Býráðslimir í Havn øtast yvir hvussu dýrt tað er

Teir siga, at teir fingu ein skelk, tá ið tilboðini upp á at byggja ein eldradepil í Havn, vórðu latin upp

Býráðslimir í Havn fingu ein rættiligan skelk, tá ið teir sóu, hvussu nógv nýggi umlættingar- og endurvenjingardepilin, sum skal byggjast í Havn, kostar. Tað viðgingu teir á býráðsfundi í gjárkvøldið, tá ið málið var til umrøðu. 

 

Og boðað varð eisini frá, at ætlanin er at royna at fáa prísin eitt sindur niður, men tað skiltist eisini, tey høvdu ikki stórvegis vónir um at tað fór at eydnast at fáa nakran avsláttur, sum munar. 

 

Eldradepilin, sum skal byggjast á Rólantsgøtu í Hoyvík, kostar nevniliga ikki minni enn 84 milliónir krónur at byggja, og tað eru heilar 41.000 krónur fyri fermeturin. Bergun Kass, sum er forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum, ásannar, at tað er rættiliga dýrt, men hon heldur kortini, at hetta er eitt so mikið átrokandi mál, at tað ber ikki til at bíða til tíðirnar versna aftur, og tað kanska verður bíligari at byggja. 

 

Annars staðfesti hon samstundis, at vit hava onga trygd fyri, at tað ikki verður akkurát líka dýrt, ella enn dýrari um eitt ár, ella tvey. Úrslitið var eisini, at býráðið samtykti at taka samráðingar upp við MT Højgaard, og Lofti arkitektar, sum høvdu lægsta tilboð, og at fara undir arbeiðið. 

 

Annars vísir forkvinnan í eldranevndini á, at trý tilboð komu inn upp á arbeiði og tað vóru bara nakrar heilt fáar krónur á muni ímillum tvey av tilboðunum, men  so var tað lægsta tilboðið fimm milliónir lægri enn hini. Og tað tekur hon sum prógv fyri, at tilboðini eru á góðari leið eftir dagsins prísum.

 

Hon sigur seg eisini vita, at tað kostar yvir 30.000 fermeturin at byggja eini vanlig sethús nú á døgum, og  hon veit eisini, at jørð- og lendisarbeiðið er dýrkað eini 28 prosent hesi seinastu, fáu árini.

 

Hinvegin vísir hon á, at í hesum føri er talan er talan um ein heilt serstakan bygning, har nógv er gjørt burturúr at hava alskyns hentleikar og at hava góðar umstøður til felags tiltøk og venjingar. Serliga eru góðar umstøður til ergo- og fysioterapi. 

 

Í deplinum eru 28 kømur til umlætting og Bergun Kass metir, at eini 150 fólk fara at vera til umlættingar um árið. Næstan øll kømrini hava útsýni yvir Dalin Langa og úr hvørjum kamari er útgongd til altan og haðani slepst út á fríøkið rundan um bygningin.  

 

Tá ið depilin er liðugur, verða umlættingar- og endurvenjingarplássini á Boðanesheiminum og á Lágargarði flutt í nýggja bygningin og harvið verða níggju pláss tøk til føst búpláss á Boðanesheiminum og tvey pláss á Lágargarði tøk. Og harafturat vera so 35 umlættingarpláss í kommununi.