Eitt stúgvandi fult Miðlahús mikukvøldið kundi týtt uppá, at viðurskiftini hjá deyðasjúkum hava stóran áhuga millum føroyingar. Og eftir at døma eftir andlitunum í salinum, vóru tað serliga konufólk, sum starvast innan sjúkrahús- og heilsuverkið, ið var meirilutin millum áhoyrarnar.
Pallborðsfundurin um tey deyðasjúku bygdi á greinarøðina í Sosialinum 23., 26., og 27. mars um sama evni.
Í greinarøðini lýsti blaðið viðurskifti, sum viðkoma tí varandi sjúka ella doyggjandi og teimum avvarðandi. Endamálið við greinarøðini var at lýsa, hvat góð umsorgan og røkt er út frá einum fakligum støði, sum teir ymsu heilsusektorarnir kunnu savnast um. Samstundis sum visjónir og forðingar innan heilsuverkið innan hetta økið eisini skuldu koma fram. Endmálið var at vísa á, at tað vantar ein felags plattformur at standa á, har teir ymsu sektorarni kundu tosa út frá somu fyrimynd og hugburði um, hvat góð røkt og umsorgan er, og á tann hátt møtast uppá tvørs. Tað vil siga við sjúklinginum í miðdeplinum og á hátt fáa eina fakliga sjálvsmynd av egnum førleikum mótvegis deyðasjúkum, sum er meira fjøltáttað.
Fyrimyndin, sum er brúkt um góðu røktina til doyggjandi, varð longu formulerað í einum tilmæli frá 2001, har ein arbeiðsbólkur hjá landsstýrinum kannaði tørvin fyri at fáa hospice-funktión í Føroyum. Hetta tilmælið tók grundstøði í altjóða reglum um stuðul til varandi sjúk og doyggjandi, har lívið og deyðin bæði verða vird, og har sjúklingur og avvarðandi fáa tvørfakligan stuðul til eitt gott lív, líka til deyðin kemur.
Hesin hugburður um linnandi umsorgan kallast palliatión á fakmáli. Palliatión hevur ment seg innan krabbameinsøkið burturav, men hesin hugburður innan umsorgan er eisini egnaður til onnur varðandi sjúk og doyggjandi, sum hava tørv á breiðum fakligum stuðli og linnandi umsorgan, ið er væl skipað.
Tilmælið frá 2001 byggir á palliatión á sama hátt, sum í hinum Norðurlondunum, har sjúkrahús hava servitan savnaða í einum toymi. Í palliativum toymum aðrastaðni eru krabbameinslæknar og sjúkrarøktarfrøðingar við tilknýttum sálarfrøðingi, presti, kostráðgeva, fysioterapeuti og sosialráðgeva. Hesi veita stuðul, geva vitan víðari til aðrar læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, avvarðandi og onnur, eins og tey kunnu hava beinleiðis samband við hesi. Afturat einum tílíkum kjarna, sum toymið er, kunnu sjúkrahús hava serligar seingjardeildir burturav á sjúkrahúsi til doyggjandi, har tey kunnu vera í frið saman við teirra avvarðandi. Hesar seingjardeildir kunnu eisini vera leysar av sjúkrahúsum, sum rættilig hospice.
Nógv øki myrkaløgd
Í Føroyum hava vit onnur viðurskifti, tí vit eru fá fólk sum er spjadd út á oyggjar, og harafturat hava vit ikki krabbameinslæknar burturav til at stýra økinum. Hóast Landssjúkrahúsið hevur havt eitt palliativt toymi síðani 2005, virkar tað ikki á ein umfatandi hátt, sum aðrastaðni og arbeiðir mest í samband við krabbameinsambulatioriið, har nógvir krabbameinssjúklingar koma. Afturat hesum hava starvsfólkini aðrar uppgávur at røkja.
Pallborðsluttakararnir høvdu fingið tríggjar spurningar hvør frammanundan, so tey øll kundu fyrireika seg til fundin. Øll tosaðu út frá tí varandi sjúka- ella doyggjandi menniskjanum og út frá tí hugburðinum, at samanhangur í viðgerð og umsorgan – bæði á sjúkrahúsi og í heiminum – er sera umráðandi. Pallborðsluttakararnir vórðu settir í ávísa raðfylgju, har tey bæði, sum umboðaðu sjúklingatørv uttanfyri skipanina, tosaðu fyrst. Tey vóru formaðurin í Sjúklingaráðnum, Jákup N. Olsen og sálarfrøðingurin, Kathrina Lindenskov Joensen.
Síðani komu Marin Vang, sjúkrarøktarfrøðingarstjórin, og nærverksstjórin, Mary J. í Garði. At enda komu yvirlæknin, Erik Wandall, sum eisini er krabbameinslækni, og landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm.
Tað var bæði áhugavert at hoyra hesi seks fólkini greiða frá sjónarmiðum og visjónum, har tey greiddu frá tørvi og umstøðum hjá varandi sjúkum og doyggjandi. Tað kom tó fram, at tá kjakið byrjaði, so vísti tað seg, at nógv øki enn liggja í myrkri, tá vit tosa um tvørgangandi samstarv.
Niðurstøðan av tí, sum kom fram í pallborðskjakinum, var, at hugurin at samstarva uppá tvørs av økjum og fakbólkum, var til staðar. Men ongin tók ábyrgdina á seg at samskipa eitt víðari samstarv um loysnir.
Doyggjandi eru livandi
Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, legði fyri við eini søguligari gongd um, hvussu tilmælið um hospice-funktión frá 2001 kom í lag, og hvussu teirra arbeiðið hevði verið at kanna tørvin í Føroyum á tílíkari umsorganarviðgerð burturav. Eisini tosaði hann um, hvussu umráðandi tað er at kunna velja, um ein vil doyggja heima ella á sjúkrahúsi, og at karmar mugu skapast til hetta við at útbyggja og menna nærverkið til hesa uppgávuna.
Sálarfrøðingurin Kathrina Lindenskov Joensen var inni á trupuleikum við at bólka doyggjandi upp í eindir, tí øll skulu tey møtast ymiskt. Hon legði dent á, at doyggjandi finnast í øllum aldursbólkum, og at hon sjálv hevur arbeitt við doyggjandi børnum innan krabbamein.
- Júst sum onnur fólk eru doyggjandi til dømis ein mamma, pápi, kona, beiggi ella systir. Munurin er bert, at tey eru sjúk og doyggjandi. Tí mugu hesi møtast við virðing, segði Kathrina Lindenskov Joensen.
Hon vísti eisini á, at sjálv gongdin í sjúkraleguni hevur stóran týdning fyri, hvussu sjúk ella avvarðandi uppfata sjúkuna, ella hvussu avvarðandi hugsa eftir sjúkraleguna.
- Skjót hjálp, at verða hoyrdur, og at umheimurin handlar skjótt, eru avgerandi fyri, hvussu avvarðandi hava tað aftaná. At merkja, at alt er gjørt best møguligt, gevur frið og ger støðuna lættari at bera, segði Kathrina Lindenskov Joensen.
Hon segði eisini, at sjúklingar ynskja kunning um sína støðu og at henda kunning má fara rætt fram, tí doyggjandi merkja alt. Bæði tað sagda og tað ósagda, og tí eru tey sárbær í støðuni.
Sálarfrøðingurin endaði við at vísa á, at tað hevði verið gott við einum samskipara, sum fylgir teimum sjúku allan vegin, har familjan sleppur at vera uppií. Eisini tá tað kemur til starvsfólk, er umráðandi, at tey verða stuðlaði i at megna at rúma hesum sjúklingum kensluliga.
Menning av økjum
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, kom inn á tilmælið um hospice funktión frá 2001 og segði, at tað átti at verið ein politisk ambitión at fylgt hesum. Hann nevndi, at út frá tilmælinum um hospice-funktion frá 2001, og frá blaðgreinunum í Sosialinum um hetta evnið, tyktist tað honum rættast at hava bæði eitt toymi, palliativa eind og eisini ein sokallaða heimahospice-funktión. Og at palliativa økið skuldi verðið uppgraderað fyri at klára hetta.
Hans Pauli Strøm vísti á, at skipanin sjálv skuldi havt gjørt vart við, at toymið var steðgað upp. Hetta hava tey ikki gjørt, og tí visti hann ikki, hvussu var við hesum fyrr enn nú.
Landsstýrismaðurin segði, at við at seta ein krabbameinslækna í fast starv at samskipa ráðgeving, útbúgving og supervisión til kommunulæknar og heimatænastuna, vildi økið styrkjast. Eisini helt landsstýrismaðurin, at døgnvakt í heimatænastuni í Suðurstreymoy skal koma og verður sett sum roynd longu í summar.
Hans Pauli Strøm nevndi tær tríggjar fyritreytirnar sum mugu skipast, fyri at hesi tiltøk kunnu virka: 1) Innan sjúkrahúsverkið: At krabbaøkið skal savnast. 2) Innan heimatænastuna: Døgnvakt og útbúgving av starvsfólki skal til. 3) At samskipa tey trý verkini, sum eru Landssjúkrahúsið, Nærverkið og Almannastovun við hjálptitólarmiðstøðini, har fastar mannagongdir at loysa uppgávur skulu setast.
Hetta kemur upp í samband við krabbameinsheildarætlanina í heyst.
Marin Vang, sjúkrarøktarfrøðingarstjóri, legði eisini upp til, at eitt stýrt samstarv var fortreytin fyri savnað orkuna til frama fyri sjúklingin.
- Tað snýri seg um samskifti, samskipan og samstarv, segði Marin Vang og legði afturat, at bólkurin av doyggjandi krevur ein samlaðan innsats frá øllum heilsusektorum, tí einsamallir kunnu sektorarnir ikki broyta ella lyfta uppgávuna.
Marin Vang kom inn á økið, sum skuldu verðið ment. Til dømis kunning og sjúklingaávirkan.
Ein og Kathrina Lindenskov Joensen og Mary J. í Garði, segði hon, at umráðandi var at hava fastar kontaktpersónar. Eisini førleikamenning av starvsfólki til at røkta doyggjandi, eins og tvørgangandi samarbeiði millum økini, eru umráðandi, so sjúklingurin kann merkja samanhang í viðgerðini. Marin Vang var eisini inni á serkunnleika innan palliation, sum eitt menningarøki burturav. Hon segði eisini, at neyðugt verður at broyta skipanina í hesum sambandi.
Yvirlækni vil hava hospice
Stjórin í Nærverkinum, Mary J. í Garði, segði, at heimarøktin skuldi vera til reiðar at klára nýggjar tvørgangandi uppgávur rundan um røktina. Hon vísti á, at neyðugt var at førleikamenna økið við til dømis størri vitan um at handfara tól til røkt av sera sjúkum ella doyggjandi. Eisini at menna aðrar uppgávur, sum hava við sjúklingin at gera. Til dømis viðurskifti við Almannastovuna og førleikar at vegleiða sjúklingin, tá tað kemur til fíggjarliga síðuna.
Mary J. í Garði segði, at um náttarvaktsskipan ella døgnvakt skal setast í verk í Suðurstreymoy, fer hetta at seta nýggj krøv til Nærverkið bæði peningaliga og fakliga.
- Útgangsstøðið skal vera, at ongin uppgáva skal avvísast vegna førleika, og tí skulu vit hava enn tættari samstarv við Landssjúkrahúsið innan røktarfrøði til henda sjúklingabólkin, segði Mary J. í Garði.
Undir kjakinum kom ein av áhoyrarunum, Beinta Áargarð frá heimarøktini, inn á, at hon ynskti eitt betri bakland, sum hon tók til. Hon eftirlýsti eina toymskipan á Landssjúkrahúsinum, har heimarøktin eisini var tikin upp á ráð og luttók í. Hetta helt Erik Wandall, yvirlækni í maga- og tarmsjúkur fyri krabba, vera møguligt. Hann var tó ikki sinnaður at lata heimarøktina fáa pláss í palliativa toyminum, men vil fegin samstarva.
Eisini ynskti Erik Wandall eitt størri samstarv við kommunulæknar og hini sjúkrahúsini. Yvirlæknin segði, at nú vildu tey í palliativa toyminum á Landssjúkrahúsinum leggja dent á skeiðvirksemi og eftirútbúgving í hesum sambandinum.
Erik Wandall greiddi frá, at ongin lækni burturav arbeiðir innan krabbamein. Hóast hann sjálvur ynskir hospice og sær hetta sum eina góða loysn, so var ikki politiskur vilji at velja hetta í 2001, tá tilmælið var til umrøðu.
Undir kjakinum nevndi Hans Pauli Strøm til hospice-spurningin, at hann ikki hevði nakað ímóti hospice, men helt, at fyrst var neyðugt at fáa toymið og tað lítlu palliativu eindina á medisinsku deildini at vika, áðrenn hospice varð settt á stovn.
Spurdur um hann var samdur í hesum, segði Erik Wandall, at tað var hann ikki. Eitt hospice kann setast í stovn í morgin, um tað skal vera, sum svar til Hans Paula Strøm.
Erik Wandall vísti í hesum sambandi á, at sum er, eru bert fýra tímar um vikuna settar av til hansarara arbeiði við palliativa toymunum.










