Seinnapartin í gjár skrivaði Kurt Mørkøre undir yrkissáttmála við norska 1. deildarliðið Sogndal. Talan er um sama felag, sum Julian Johnsson varð seldur til fyri tveimum vikum síðani.
Umboð fyri norska felagið vóru sunnudagin í Klaksvík saman við Jákupi í Stórustovu, sum hevur verið millummaður í samráðingunum, og hóast teir báðir norsku umboðsmenninir ikki sóu Kurt Mørkøre gera málini, sum hann plagar at gera so at siga hvørja ferð KÍ spælir, so gjørdu teir av at handla skjótt:
? Vit samráddust frá klokkan ellivu og til klokkan tvey í dag, og norðmenninir vildu keypa, tí teir hildu seg hava sæð, hvat býr í Kurt Mørkøre, sjálvt um hann ikki skoraði móti B71, sigur Jákup í Stórustovu.
Tríggir partar
Kurt Mørkøre hevur verið bundin av sáttmála við KÍ tað, sum er eftir at hesum árinum, og tí vóru sáttmálasamráðingarnar bæði millum Kurt Mørkøre og norska felagið og millum norska felagið og KÍ.
Tony Paris, venjarin hjá KÍ, er harmur um, at teir nú spæla av við Kurt Mørkøre, og KÍ formaðurin Svend Jacobsen, ásannar, at tað kemur illa við hjá teimum at missa liðformannin og undangongumannin á liðnum, nú teir avgerandi dystirnir í landskappingini standa fyri framman, men hann sigur, at teir í felagnum vildu ikki leggja forðingar fyri Kurt Mørkøre, sum hevur tænt teimum væl og leingi.
Vit hava ikki frætt, hvat KÍ og Kurt Mørkøre hava fingið burturúr sáttmálanum, men tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at upphæddin til spælaran líkist henni, sum Julian Johnsson fær fyri at spæla við Sogndal. Dimmalætting visti at siga, tá tann sáttmálin varð undirskrivaður fyri tveimum vikum síðani, at Julian Johnsson fekk eina fjórðings millión í hondina og harafturat tríati túsund krónur um mánaðin.
Liðformaður
og íblásari
Kurt Mørkøre, sum er skrásettur fyri 26 landsdystir og hevur skotið eitt mál á landsliðnum (í Gundadali móti Íslandi fyri níggju árum síðani), spældi í 1995 eitt stutt skifti í Ålesund. Hann er 30 ára gamal og kom á fyrsta lið hjá KÍ í 1986. Í 1987 og 1988 spældi hann í LÍF, og í 1995 spældi hann fyrru hálvu fyri B68. Annars hevur hann spælt í KÍ, har hann hevur verið mettur sera høgt, bæði sum miðverji og miðframherji, liðformaður og íblásari. Tá KÍ sunnudagin fer í Gundadal at spæla móti HB fer Kurt Mørkøre fyri síðstu ferð í hesum umfarinum at umboða barndómsfelagið, og tá tað verður havt í huga, at hann verður 34 ár, tá sáttmálaskeiðið í Sogndal verður liðugt, so er lítið sannlíkt, at Kurt Mørkøre aftur fer at umboða KÍ í fremstu røð.
Julian Johnsson, sum júst er fluttur til Sogndal, ið er á 9. plássi í næstbestu norsku deildini, sigur í blaðnum í dag, at teir flestu av spælarunum eru ungir og hava ikki nógvar royndir, og at felagið roynir at knýta onkrar royndar menn afturat sær, sum teir vóna skulu lyfta ungu menninar. Julian verður roknaður sum ein slíkur, og tað skal ikki nógv til fyri at ímynda sær, at teir eisini ætla Kurt Mørkøre ein sovornan leiklut.