Carl Barks 100

DISNEY OG TEY. Hundrað ár eru liðin, síðani teknarin Carl Barks varð borin í heim. Seinni í ár er eisini hundrað ára dagur Walt Disneys


 

Teknirøðir


Týsdagurin var hundrað ára dagur Carl Barks. Tað er kendi teknarin aftanfyri Dunnald og tey hjá Disney, sum halda til í Dunnuvík.


Teknirøðir hava verið ein lítið virdur partur av bókmentum. Fyrst og fremst tí, at tey, sum gera teknirøðir, ikki hava áhuga í at skriva seg inn í stóru bókmentunarligu traditiónina. Men undantøk eru. Carl Barks er eitt hitt fremsta.


Carl Barks varð føddur í Oregon í 1901 og doyði 99 ára gamal hin 25. august í fjør.


Fram til 1942 hevði Barks teknað og skrivað søgur til 36 Disney teknifilmar. Tá gavst hann og fekk sær hønur.


Framíhjá teknaði hann tó framhaldandi fyri Disney og varð løntur fyri hvørja síðu, hann teknaði. Tilsamans 6.371 síður. Ein rættur free-lancari. Men ongantíð fekk hann part av risa stóru søluni kring allan heimin.


Tað var hetta skeiðið, frá 1943 til 1965, at hann fann uppá fleiri av persónunum, vit kenna úr bløðunum og sum umboða hvør sítt lyndi og gera klassisku Disney søgurnar so spennandi. Hin pengagríski Gírikur McGvagg, hin eydnusami Gullfinnur Gorront, brotsmenninir Búrhundarnir o.s.fr. Ein kann av røttum siga, at hetta tíðarskeiðið vórðu flest øll børn í Vesturheiminum innlimaði í víðagitna dunnubýin, Andeby, ella Dunnuvík, sum staðurin kom at eita í føroysku týðingini, sum Pauli Nielsen gjørdi og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út.


Ummælarar, serliga teir við tokka til teknirøðir, hava lyndi at seta Barks millum fremstu søgusigarar í farnu øld. Hann er bæði skald og skemtari. Hetjan í søgunum er oftast vanlukkuliga syndarlig. Ein lítil dunna við stórum tankum, sum rennir seg í ikki minni trupulleikar, tá stórtøknar ætlanir skulu setast í verk. Ein nútíðar Cervantes, tekur onkur til.


Á hundrað ára degnum eru bløðini um Dunnald og tey halgaði minninum um teknaran Carl Barks. Í vikuni kom eisini ein serlig útgáva við 13 av bestu søgunum hjá Barks. Í Danmark er tað Egmont forlagið, sum gevur út og henda bókin rópast »Carl Barks bedste«.


Hin 5. desember í ár raka vit hundrað ára dag Walt Disneys. Hann doyði hin 15. desember í 1966. Kanska verða viðurskiftini í risafyritøkuni Disney tá tikin upp til eftirmetingar. Tað er tørvur á, skal eg heilsa og siga.


Søgan um Walt Disney er gjørd til íslendskt kvæði. Tað var síðst í 70?unum, tá Þórarinn Eldjárn yrkti og gav út »Disneyrímur«, sum systurin Sigrún myndskrýddi. Onnur útgáva av »Disneyrímum«, sum er til taks á Landsbókasavninum, kom í 1980. Ein frægd at lesa, eisini hjá teimum, sum ikki skilja so væl íslendskt.


Á bókaútsøluni herfyri, rendi eg meg í eina í hesum sambandi áhugaverda danska bók í Bókasøluni í SMS. Hon nevnist »Aschehoughs Biografiske Leksikon«. Men hetta er ikki ein vanlig biografisk leksikon. Hetta er ein bók um 339 kendar persónar, sum aldri hava livað.


Kend fólk skriva um hesar persónar, sum aldri vórðu. Eitt nú skrivar Lone Dybkjær um Dúnhild, ella Andersinu, Søren Vinterberg skrivar um Dunnald og Georg Metz skrivar um Gírikk, ella Joakim von And.


MYND: Carl Barks í egnari striku frá 1977