Tað er ikki óvanligt, at løgmenn stilla upp til fólkatingið. Men tað er óvanligt, at løgmaður og varaløgmaður, sum í eitt heilt valskeið hava halgað sína politisku karrieru til at kvetta bondini við Danmark, stilla upp til danska fólkatingið. Hetta er ein so grotesk støða ? hon er so láturlig og grátulig ? at ringt er at finna orð fyri henni. Eftir at hava prædikkað fullveldi og roynt at skapa skilnað millum føroyingar og danir biðja løgmaður og varaløgmaður nú Føroya fólk um at velja seg á fólkating. Endamálið hjá løgmanni og hansara fólki er at gerast partur av donskum innanríkispolitikki. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so royna somu flokkar, ið annars siga seg arbeiða saman í landsstýrinum í sátt og semju og sum vilja halda fram í hesum samstarvi eftir næsta løgtingsval, eisini at billa fólki inn, at valið um fólkatingskandidatarnar stendur millum hesar somu flokkar. Tjóðveldisfólk gera sín samstarvsflokk til fíggindan. Og sama er galdandi fyri Fólkaflokkin. Eftir at fólkafloksleiðslan nú í longri tíð hevur brúkt mestu orku sína til at vísa ónøgd sína við Tjóðveldisflokkin ? so siga somu røddir av landsfundi floksins í Klaksvík, at best hugsandi og skilabesti samstarvsflokkurin eftir valið er Tjóðveldisflokkurin.
Her ruggar ikki rætt. Okkurt heilt alvorligt bagir logikkinum. Ella kanska er tað bara Fólkaflokkinum líkt. Fyrst at fyrigykla fólki, at Tjóðveldisflokkurin er størsti fíggindin til fólkatingsvalið fyri síðani í sama viðfangi at siga, at hann er rætti samgongufelagin eftir løgtingsvalið. Hevði tað ikki verið meira ærligt at spælt út við veruleikanum: at Fólkaflokkurin bara hevur havt trupulleikar í samvinnuni við Tjóðveldisflokkin! Ella er veruleikin kanska tann, at hetta bara eru pátiknir trupulleikar, tí Fólkafloksleiðslan alla tíðina hevur fingið sín vilja í Tinganesi!
Fólkaflokkurin ber ótta fyri, at fullveldisveljarar hansara skulu rýma í Tjóðveldisflokkin. Og fyri at fyribyrgja tí og sissa hesar letst fólkafloksleiðslan sum um, at hon helst sær eina samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum.
Og nú fólkatingsval er útskrivað og altumráðandi er at fáa Óla Breckmann afturvaldan tveita somu fólkafloksmenn ein av sínum mongu gekkskortum og vísa sítt sanna andlit. Tað er lítið sømiligt fyri politiskar flokkar at spæla hund við Føroya fólki á henda hátt. Løgmaður hevur verið eitt virðiligt umboð fyri Føroya fólk úteftir, men tað er óseriøst og óvirðiligt, tá sami løgmaður á landsfundi floksins ? eftir at klandurið í samgongini er vorðið so nógv, at tosað verður næstan ikki saman ? ger greitt, at Tjóðveldisflokkurin er rætti og náttúrligi samstarvsflokkurin. Valstríðið hjá ÓB fer alt at byggja á eirindaleysa útspilling av Tjóðveldinum, sama flokki, sum sami maður á landsfundinum hevur útnevnt til samstarvsflokk eftir løgtingsvalið. Her síggja vit, hvussu skitin politikkur er.