Strálandi silvur

Flogbóltur: Ongantíð áður hava føroyskar flogbóltskvinnur fingið eitt so gott úrslit í norðurlendskari kapping, og hóast finalan bleiv tapt, var frøin um silvurið størri enn saknurin av gullinum

Tað er eingin loyna, at Flogbóltssambandið veruliga hevði vónað, at góð úrslit skuldu spyrjast burturúr, nú Føroyar hýstu einari so stórari kapping sum NEVZA-meistarakappingini fyri U19-landslið, ið fevndi um ikki færri enn átta lið – fýra hjá kvinnum og fýra hjá monnum.
Og úrslit spurdist eisini burturúr, serliga hjá kvinnunum, sum komu í finaluna og seinnapartin leygardagin spældu um sjálvt gullið. Mótstøðan var hørð, tí Danmark hevði ta bestu manningina í kappingini, og burtursæð frá triðja setti, so var so sum so við, hvat føroysku kvinnurnar kundu gera í hesum dystinum, ið endaði við donskum 3-0 sigri.
Tað gav silvur, sum eisini er eitt frálíkt úrslit, so sjálvt um finalan bleiv tapt, var frøin um silvurið størri enn saknurin av gullinum. Kvinnurnar høvdu framt eitt satt bragd og vistu tað!
Vegurin í finaluna gekk umvegis ein tryggan 3-0 sigur á Íslandi í fyrsta dystinum, eitt 3-1 tap fyri Danmark í øðrum dystinum, har munurin ikki var so stórur, og so at enda ein minniligur fimmsettari fríggjakvøldið ímóti Norra, sum Føroyar vunnu.
Hetta gjørdist merkisverdasti dysturin í allari kappingini, og serliga tað drúgva fimta settið vakti ans, tí tað endaði ikki, fyrr enn Bára Silvansdóttir servaði til 21-19! Á vegnum hevði Føroyar havt fimm dystarbóltar og Norra tveir, so her var dramatikkur við lít til síðsta slag.

Nøgdur venjari
– Dysturin ímóti Norra fríggjakvøldið var sjúkasti dystur, eg havi verið við til. Kvinnurnar blivu við at spæla til tað allarsíðsta og endaðu við at vinna. Hesin dystur var ein fantastisk uppliving fyri meg sum venjara og verður seint gloymdur, sigur Magnús Aðalsteinsson, sum er venjari hjá U19-kvinnulandsliðnum.
Hann hevur verið A-landsliðsvenjari hjá Føroyum fyrr, umframt at hann venur kvinnurnar hjá ÍF í Eikliguni og spælir við monnunum í Fuglafirði, so hann kennir rættiliga nógv til føroyskan flogbólt. At hetta var tað villasta, hann hevur verið við til, sigur ikki so lítið!
Magnús mátti kortini leygarkvøldið staðfesta, at tað ikki bar til at endurtaka ein so sjúkan dyst, tá Danmark í finaluni stóð hinumegin netið. Men sjálvt um donsku kvinnurnar vunnu 3-0, var tað við einum smíli, har íslendski venjarin hjá føroysku silvurkvinnunum tók samanum:
– Sjálvandi er tað eitt sindur skuffandi, nú dysturin akkurát er liðugur, tí sjálvandi eri eg keddur eftir eina tapta finalu. Men við longdini veit eg, at eg fari at fegnast um silvurið, tí vit veruliga hava uppiborið tað, sigur Magnús Aðalsteinsson.
– Tað vantaði ikki nógv í hjá okkum, men samstundis má eg ásanna, at Danmark veruliga spældi væl og hevði munin. Serliga pressaðu donsku spælararnir okkum væl í servuni, so vit ikki kundu fáa gongd í okkara álopsspæl, og so ber illa til at vinna.
Eisini Magnús helt tað vera stuttligt at spæla í høllini á Hálsi, har fitt av fólki kom at hyggja at dystunum:
– Jú, tað er sera hugaligt og stuttligt at spæla á heimavølli og at fáa stuðul frá áskoðarunum. Hesar kvinnurnar koma tey at síggja meira til, tí flogbóltsframtíðin hjá kvinnunum er bjørt. Her eru nógvir góðir spælarar, sum vónandi halda fram, sjálvt um tær fara av landinum at lesa, sigur venjarin.