Páll Poulsen, tænastumaður í skjótt 40 ár
--------------
Hesi vóru orðini, ið eg kom at hugsa um, tá eg hoyrdi í útvarpinum ta ringu viðferðina, sum tænastumenn í Føroyum fingu frá sínum arbeiðsgevara: Føroya Landsstýrið.
Í eina tíð hava politikarar og fjølmiðlar júkað upp í saman um eldrabyrðuna ella eldrabylgjuna,- onkur fer kanska so vítt at kalla tað eldratsunamiina. Eftir hesum tíðundum at døma, so eru tey, sum eru farin ella fara av arbeiðsmarknaðinum heilt skjótt, bert ein tung byrða fyri tey, ið eftir eru, sum so noyðast at arbeiða enn meira fyri, at tey eftirløntu kunnu hava eitt rímiligt lív.
Hugburðurin, at geva einum ávísum samfelagsbólki skyldina fyri alla elendigheitina í samfelagnum, er ikki heilt ókendur, men tá tosa vit vanliga um politiskar skipanir, sum vit annars ikki vilja samanberast við.
Tað sær út sum um bólkurin av eftirløntum nú er ov lítil at nýta til at flyta fokus frá uppskotinum til fíggjarkarmin 2012, sum skuldi berast niðan í Løgtingið. Hvat er so smartari og lættari enn at fara eftir tænastumonnunum í landinum og geva teimum skyldina av, at fíggjarkarmurin fer at spreingjast næstu nógvu árini, tí teir krevja eina ófatiliga høga upphædd í eftirløn, haraftrat er sannlíkindi fyri, at teir liva leingi eisini ein vaksandi trupulleiki. Hatta var ein fiksur máti at flyta fokus upp á. At fíggjar-málaráðharrin sleppur at sleingja henda pástandin út í útvarpinum, uttan ein tann einasta kritiska spurning, er ófatiligt; tað má sigast at vera botnurin fyri vánaligan tíðindaflutning.
Tað fyrikemur mær, sum hvørki fíggjarmálaráðharrin og enn minni tíðindafólki hava sett seg inn í hvat ein tænastumaður er, men bert síggja hansara øðiliga høgu eftirløn. Ein stutt kunning til tykkum: Tænastumaðurin skal hava verið í starvi í 37 ár eftir sítt fylta 25. ár og vera fyltur 67 ár fyri at hava upptjent sína eftirløn. Hava løgtings-og landsstýrisfólk, sum eisini fáa eitt slag av tænastumannaeftirløn somu treytir? Tænastumaðurin er ikki bert eitt starvsfólk, men hevur nakrar heilt serligar treytir í sínari setan, treytir, sum eru ásettar í tænastumannalógini, sum m.a. krevur, at hann skal vera loyalur móti myndugleikunum og harvið ikki hevur rætt at leggja arbeiði niður vegna sáttmálaósemjur. Ein onnur lóg ásetur, hvussu sami tænastumaður skal viðfarast, tá hann verður loystur úr starvi. Legg merki til, at hann framvegis er tænastumaður!
Til 1972 sást á lønarseðlinum hjá tænastumannasettum lærara hvussu stóra upphædd, hann rindaði í eftirlønargjaldi, men so avgjørdu myndugleikarnir at koyra alt í “Stóra Pott” og harvið bant Landsstýrið seg eisini til at rinda eftirlønirnar úr sama “Stóra Potti”, tá ongir pengar eru settir av til tænastumannaeftirlønir kemur henda avgerð sjálvandi aftur um brekku, og óseku tænastumenninir fáa skyldina og skulu skammast yvir at vera so kravmiklir. Mær tykir, at landsstýrið við hesari framferð roynir at fáa sær legitimitet til at skerja rættindini hjá tænastumonnum uppaftur meira enn við nýggja eftirlønaruppskotinum.
Um so er, at Fíggjarmálaráðharrin er ónøgdur við tað arbeiðið, ið tænastumenn útinna og hava útint, so er at siga tað við reinum orðum, og ikki koma við sovorðnum møsni um okkum sum ein bumba undir allari samfelagsfígging.
Til seinast kann eg ikki lata vera við at gera vart við, at lønin hjá nógvum tænastumonnum kom og kemur úr danska statskassanum, hesir tænastumenn hava sostatt verið ein beinleiðis inntøka hjá landskassanum og eru tað framvegis, tí stórur partur av eftirløn teirra kemur úr Danmark og allir tænastumenn rinda skatt til føroyska landskassan. Ikki kann sigast tað sama um eftirlønirnar hjá løgtings-og landsstýrislimum,- havi annars frætt, at eftirløntir politikarar fara at kosta samfelagnum fleiri hundraðtals milliónir um nøkur fá ár.
Lat meg til allarseinast sláa fast, at ongin tænastumaður skal ganga og krúpa fram við húsavegginum og royna at gera seg ósjónligan orsaka hesum ófantaligu álopunum frá fíggjarmálaráðharranum og okkara fremsta tíðindabera. Tvørtur ímóti skulu tænastumenn rætta ryggin, bera høvdið høgt og vera ernir av teirra virki.