Oddagrein·Hálvur sigur

Grønlendingar hava partvíst vunnið ein sigur í málinum at byggja út radarstøðina í Thule. Amerikanski uttanríkisráðharrin gav ikki Grønlandi og Danmark váttan um, at USA vil samráðast av nýggjum um verjuavtaluna frá 1951. Men Collin Powell segði eftir fundin við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Josef Motzfeldt, og danska uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, at USA er sinnað at gera ískoytisavtalu. Harafturat segði hann seg skilja ynski grønlendinga.

Tað er eitt stórt framstig. Men tað er ein sigur, at danska stjórnin nú tykist taka krav grønlendinga um, at støðin verður ikki útbygd, fyrrenn verjuavtalan er endurskoðað, og at grønlendska heimastýrið er við í samráðingunum, í álvara. Fyrst í november var orðaskifti um málið í Fólkatinginum. Tá vildi stjórnin ikki geva grønlendsku fólkatingslimunum lyfti um, at danska stjórnin fór at krevja, at verjuavtalan verður endurskoðað. Heldur ikki vóru donsku flokkarnir at vika, tá grønlendsku og donsku uttanríkis- verjupolitisku nevndirnar hittust seinri í novemeber.

Nú, eftir valið, tykist stjórnin hava broytt hugsan, ella partvíst. Tað er kanska ikki so løgið, tí hon ber óivað ótta fyri einum samanbresti við grønlendingar. Grønlendingar hava sagt, at góðtaka danir ikki kravið verður ?opin konfrontatión?. Fyri Danmark hevur støðin í Thule og góð viðurskifti við grønlendingar stóran týdning. Tí, í NATO og verjupolitiskum høpi er Grønland, eins og Føroyar, týðandi liðir. Vit vita, at tá NATO skuldi leggja út kjarnorkuvápn í 50-árunum, slapp Danmark undan at slíkari goymslu. Støðin í Thule vigaði upp ímóti. Og í 1957 gav forsætisráðharrin USA loyvi at hava kjarnorkuvápn við Thulestøðina.

Verandi avtalu gjørdu USA og Danmark, meðan Grønland var hjáland. Úr frá einum fólkaræðiligum sjónamiði er tað ídag ein sjálvfylgja, at Grønland sum ein sjálvstøðugur partur í danska ríkinum kann siga sína hugsan og at ávirka avgerðir við atliti til støðina. Men ivasamt er, um USA og Danmark góðtaka grønlendska kravið, at tað eru grønlendingar, sum gera eina avtalu og áseta innihaldið í henni. Afturímóti er hugsandi, at Grønland kann fáa okkurt burtur úr ískoyisavtalu ? arbeiði, endurgjald, umhvørvisatlit o.s.fr. ? og harafturat sleppa teir at sita við borðið.

Higartil hava Danmark og USA vilja gjørt ískoytisavtalu, m.a. um umhvørvi. Men nú skilur amerikanski uttanríkisráðharrin grønlendingar. Søgan sigur okkum, at vanliga leggur USA sektin á smálond. Tí er ikki løgið, at Josef Motzfeldt er nøgdur eftir fundin við Collin Powell, hóast tað kanska ikki verður nýggj verjuavtala, men ískoyti til hana.

Á hesum stað er áður gitt, at danir fara at toyggja seg langt fyri at ganga grønlendskum ynskjum á møti í hesum og í sjálvstýrismálinum, tí Grønland hevur stóran týdning í NATO høpi og í amerikanska trygdarpolitikki. Danmark skal lata og Danmark skal hava. Í verandi støðu sita grønlendingar við einum trumfi. So er spurningurin, um ella hvussu stórt trýst Danmark kann leggja á USA. Josef Motzfeldt tykist góðtaka eina ískoytisavtalu, um ávís ynski verða gingin á møti. So er hin spurningurin, um landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, heldur fast um endursamráðingar, ella góðtekur ískoytisavtalur, sum neyvan skerja víttganagdi heimildirnar hjá USA sambært verandi avtalu. Men í øllum hevur Grønland gjørt stór framstig.

Sosialurin