saman í høllini á Hálsi sunnudagin. Avgerðin fall beinanvegin Neistin vísti eisini beinanvegin, hvat av liðunum var í oddinum, og hvat lá í botninum. Dysturin var bert 15 minuttir gamal, tá hann í roynd [...] ivast í, at munurin á liðunum var rættiliga stórur. Tá liðini fóru til hálvleiks førdi Neistin við 5 málum, men sjálvt um StÍF hevði minkað um munin, so sat man við einum følilsi av, at dysturin í roynd [...] roynd og veru var avgjørdur. Neistin rann StÍF um koll Var nakar í høllini, sum hevði eina vón um, at StÍf fór at koma innaftur í dystin, so brast vónin alt fyri eitt. Frá fyrsta bríksli av seinna hálvleiki
málingaarbeiðinum. Hinvegin hevur annað arbeiði í kirkjuni tikið tíð. Eiðisfólk eru farina t ótolnast eftir at sleppa aftur í kirkju. Hon hevur nú verið stongd í umleið hálvtannað ár orsakað av umvælingini [...] Viðlíkahald Eiði: Teir mála Eiðis Kirkju innan. Tveir mans ganga uppi í erva við penslum. Tað verður drúgt, láta teir at. Tað er ikki løtuverk at mála Eiðis Kirkju innan. Sum so mangar aðrar kirkjur er [...] at nøkur av undirsløgunum eisini vóru so illa farin, at tey máttu skiftast út. Alt í alt er arbeiðið dýrkað munandi í mun til tað, kirkjuráðið hevði væntað og átti pengar til. Tað hevur so gjørt, at Føroya
mars í ár skrivaði P/F Ítróttarvedding undir sáttmála við Tipstjenesten. Har varð gjørd ein fimm ára avtala við donsku veddingarmyndugleikarnar. Heðin Mortensen sigur, at teir løgdu nógv arbeiði í samr [...] hoyrir undir Høgna Hoydal í landsstýrinum, og hann skal góðkenna sáttmálan. Hasard Heðin Mortensen sigur, at tað eru nú meiri enn tríggjar vikur síðani, at sáttmálin varð sendur út í landsstýrið, men hann [...] er Heðin Mortensen og veddingarmyndugleikarnir alt annað enn fegnir um. ?Málið hevur ligið í landsstýrinum í alt ov langa tíð. Vit hava sent sáttmálan til góðkenningar, har vit hava biðið um eitt ja ella
maður legði á fýra fólk í Norðdepli sunnumorgunin tann 14. juli í fjø Hetta er spurningurin, 12 nevningar nú skulu taka støðu til. Síðani síðsta mánadag hevur tann ungi maðurin verið í rættinum, har hann er [...] er skuldsettur fyri roynt at drepa fýra fólk. Viðgerðin í rættinum og nú liðug og mánadagin og í gjár hava ákærin og verjin tikið saman um og fortalt nevningunum, sína áskoðan um málið. Ákærin er sannførdur [...] ætlanin var at drepa hana. Ákærin sigur, at maðurin var í handskum fyri ikki set leggja spor eftir seg, og hann hevði hvast amboð, helst knív, uppi á sær. Tá ið hann lúrdi eg inn á kamarið, har hon lá og
hetta ella hatta, ið nú eina ferð var uppi í tíðini. Hetta var oddagreinin í blaðnum, ella leiðarin, ið avspeglaði hugsjónina hjá blaðstjóranum, sum gjarna samsvaraði við flokstilknýti ella passaði til [...] Fyrr í tíðini var blaðheimurin soleiðis innrættaður, at umframt alt tað tíðindakenda og lesarabrøvini, so var ein grein halgað einum sjónarmiði, ið líkasum skuldi skera út í papp, hvat blaðið helt um hetta [...] átti henda klumman í grundini ongantíð at verið skrivað, tí hon hevur bert til endamáls at fáa tíðina at ganga hjá skrivaranum – og tilsvarandi at spilla tíðina hjá lesaranum, ið júst í hesi løtu er liðugur
fingið annan kjans enn, og arbeiðir tí í løtuni hjá AP Handverk, sum hevur heimstað sín í Saltangará. Takbik Glyvra kirkja varð í síni tíð vígd í 1927, og endurvígd í 1981 eftir eina munandi útbygging. Men [...] uttandura arbeiði her við kirkjuna á Glyvrum. Uppi í eini lyft stendur Allan og riggar til at leggja bikið á takið. Og niðri undir honum stendur Jóan Magnus og rør í eini grýtu. Teir báðir - arbeiðsgevarin Allan [...] Hetta er bert fyrri partur av uppgávuni, tí annar parturin er at forða fyri, at slíkt hendir aftur í bræði. Nú skal nevniliga bikið bræðast. - Ja, so snøgga vit takið aftur, og smyrja síðani takkit ella
- kunnu verða við í, er at snøgga og salta seyðaskinn. Í fleiri ár hava móttøkur verið skipaðar kring landið, tó at onkur ár eru dottin burtur ímillum. Børnum dámar væl at vera uppi í, tá tey vaksnu ganga [...] fletting, tá tað ikki gongur so væl í hond, men slíkt eigur ongantíð at verða sagt í sovorðnum anda, at tað tekur hugin frá teimum ungu at vera við. Løtur á fjalli, rættini ella í flettingarhølunum eiga at vera [...] tað gekk minni væl í hond. At ganga á fjall og fletta, royta ella geva seyðinum heilivág er so sanniliga eisini sosialt fyritakssemi, har børn og ung kunnu læra av teimum tilkomnu, sum í mongum førum alt
óttin ógrundaður, tí tær sjey kláraðu tað við bravur. Salurin kókaði og fólk mundu pissa í buksurnar – í øllum førum uppi hjá okkum á endabalkongini ólavsøkudag kl. 18. Leikritið var passaliga skrúvað saman [...] heilsufasistiskum herferðum og smáborgarliga marimekkoidealinum, sum eyðkennir hugtakið “Kvinna” í dag. Í ólavsøkukabarettini 2008 sóu vit sjey framúr frekar, feministiskar og skríggjandi stuttligar orkubumbur [...] heilt natúrligt. Avgjørd verd at viðmæla. -- Í boks::: Eykasýningar verða fríggjadagin 1. august kl. 18, 20 og 23. Atgongumerki til sýningarnar á 125 kr. fáast í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.
misbrúkt. Vit mugu eisini vita, um tað eru pengar uppi í - og eisini vita, hvør fær patent upp á hesar upplýsingar okkara, sigur Bjarni Bæk. Dómprósturin ivast í, um tað bara er idealisma uppí, tá tað er ein [...] Bjarna Bæk, dómprósti, sum soleiðis tekur undir við øllum tí, sum Marjun Bæk, sóknarprestur í Kvívík bar fram í sjónvarpssendingini Krosskast mikukvøldið. Marjun Bæk mælti politikarunum frá at játta pengar [...] krevjandi, sigur Bjarni Bæk. Dómpróstur vísir annars á, at kirkjan sum stovnur ikki leggur seg út í tað etiska í hesum málið - um tað er rætt við slíkari gransking, ella ikki, tí prestarnir kunnu jú hava so
viðurskifti. Og lat okkum ikki gevast. Í orðinum og í bønini er Jesus nærverandi við síni náði, tí orðið sigur: »Kasta tína byrði á Harran, og hann skal halda tær uppi!« (Sl 55,23) Og uppaftur: »Biðið, so [...] álvarsligasta, tí henda byrða okkara skilur okkum frá Gudi og hvør øðrum! Øll hava vit syndað í tanka, orði og í gerð. Øll hava vit brotið tey 10 boðini sum áminna okkum um at elska Gud og næsta okkara sum [...] byrðu okkara av hjá Jesusi? Jú, við at leita til hansara í orði hansara og gera tað, hann har biður okkum, og so biðja til hansara og leggja alt okkara í hansara hendur. Lat okkum tosa við hann sum við ein