Viðlíkahald
Eiði: Teir mála Eiðis Kirkju innan. Tveir mans ganga uppi í erva við penslum. Tað verður drúgt, láta teir at.
Tað er ikki løtuverk at mála Eiðis Kirkju innan. Sum so mangar aðrar kirkjur er hon eitt satt listaverk, og hvør smálutur skal gerast aftur, sum hann var, áðrenn umvælingin byrjaði.
Tað verður kínt og kelað. Klappað og diggað. Men tað kann einhvør skilja, at farast skal vandaliga um, og at tað má taka sína tíð. Millum annað málningurin av lambinum yvir altarinum, sum eiðismaðurin Niels Kruse hevur málað, er serstakur, og neyðugt hevur verið at fingið konservatorar úr Danmark at umvæla hann.
Men tað er ikki øðrvísi enn væntað við málingaarbeiðinum. Hinvegin hevur annað arbeiði í kirkjuni tikið tíð. Eiðisfólk eru farina t ótolnast eftir at sleppa aftur í kirkju. Hon hevur nú verið stongd í umleið hálvtannað ár orsakað av umvælingini.
Millum annað skal alt gólvið skiftast út. Kirkjuráðið helt frá byrjan, at best var at skifta alt, sum tað var, beinanveg, men fekk ikki viðhald frá øðrum pørtum, sum innblandaðir vóru í umvælingina.
Seinni hevur tað víst seg, at soleiðis gjørdist tað kortini. Alt gólvið verður nú skift út, hóast tað fer at taka longri tíð enn ætlað. Millum annað vísti seg, at nøkur av undirsløgunum eisini vóru so illa farin, at tey máttu skiftast út.
Alt í alt er arbeiðið dýrkað munandi í mun til tað, kirkjuráðið hevði væntað og átti pengar til.
Tað hevur so gjørt, at Føroya Stiftsstjórn hevur tikið um endan og leggur út úr Kirkjugrunninum fyri at fáa arbeiðið liðugt.
Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at Stiftsstjórnin hevur gjørt ymsar broytingar í upprunaligu ætlanini. Millum annað vórðu tilboðini upp á málingaarbeiðið gjøgnumgingin av nýggjum. Tað endaði so við, at arbeiðið varð latið einum málarameistara, sum í grundini ikki gav nakað tilboð, men bara eina ætlan yvir, hvat tað fór at kosta at mála kirkjuna.
Kirkjan er nevniliga soleiðis vorðin innan, sigur biskupur, at tað er øgiliga ringt at meta um, hvussu langa tíð arbeiðið tekur. Og tí er ringt at geva bindandi tilboð. Tað vísti seg eisini, at innkomnu tilboðini vóru givin soleiðis, at teir, sum buðu, høvdu lagt uppfyri.
Nú Stiftsstjórnin er komin uppí, verður mett, at einar 200.000,- krónur kunnu sparast bara við málingararbeiðinum. Eisini annað, sum ætlað varð frá byrjan, er útsett, sigur biskupur.
Eiðis Kirkja verður 120 ár í heyst, og vónin er, at hon verður klár til ta tíð. Men á Eiði taka tey ikki nakað fyri givið, tá tosað verður um kirkjuumvæling.