Spæla hasard við tipspengunum

Heðin Mortensen, formaður fyri ÍSF, metir, at landsstýrið spælir hasard við tipspengunum við bíða við at góðkenna sáttmálan. Hann sigur seg hava merkt trýst úr Danmark, og hann ivast í, hvussu leingi tolið røkkur hjá Tipstjenesten. Málið liggur nú hjá Kappingarráðnum

Tips

?Landsstýrið spælir hasard við tipspengunum við at viðgera málið á henda hátt.
Hetta sigur Heðin Mortensen, formaður fyri ÍSF. Hann er sera ónøgdur við ta viðferð, ið málið hevur fingið.
Tað er nevniliga soleiðis, at hin 8. mars í ár skrivaði P/F Ítróttarvedding undir sáttmála við Tipstjenesten. Har varð gjørd ein fimm ára avtala við donsku veddingarmyndugleikarnar.
Heðin Mortensen sigur, at teir løgdu nógv arbeiði í samráðingarnar, og tað var eitt stórt stríð at fáa sáttmálan upp á pláss.
?Teir høvdu ikki víst áhuga fyri einum tílíkum sáttmála, men tað eydnaðist okkum at fáa tað upp á pláss, sigur Heðin Mortensen.
Sambært reglunum, so skal landsstýrið góðkenna sáttmálan. Hetta hoyrir undir Høgna Hoydal í landsstýrinum, og hann skal góðkenna sáttmálan.

Hasard
Heðin Mortensen sigur, at tað eru nú meiri enn tríggjar vikur síðani, at sáttmálin varð sendur út í landsstýrið, men hann er ikki vorðin góðkendur enn. Hetta er Heðin Mortensen og veddingarmyndugleikarnir alt annað enn fegnir um.
?Málið hevur ligið í landsstýrinum í alt ov langa tíð. Vit hava sent sáttmálan til góðkenningar, har vit hava biðið um eitt ja ella nei og einki annað, sigur Heðin Mortensen.
Formaðurin fyri ÍSF heldur ikki, at atburðurin hjá landsstýrinum í hesum málinum er heilt burturvið.
?Hesin sáttmálin tryggjar føroyskum ítrótti og føroyskari mentan. Umleið 6,5 mió kr. koma til Føroya til hesum sambandi, og hvar skulu pengarnir koma frá annars, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen er av teirri fatan, at landsstýrið við hesum spælir hasard við peninginum hjá ítróttinum og mentani.
?Vit hava longu merkt trýst úr Danmark, og eg eri ógvuliga bangin fyri, at mann spælir hasard við hesum peninginum, tí tolið er um at vera uppi í Danmark, sigur Heðin Mortensen.
Landsstýrið hevur latið málið til Kappingarráðið til ummælis.
Heðin Mortensen sigur seg ikki skilja, hví málið er farið til Kappingarráðið, sum einki hevur havt við hetta málið at gera.
?Vit hava eina løgtingslóg á økinum, og tað er hana við ganga eftir. Hvat Kappingarráðið hevur við hetta at gera veit eg ikki, men hetta setir tipspengarnar í vanda, sigur Heðin Mortensen.

Kannað
Terji Siðurðsson á Kappingarráðnum váttar fyri Sosialinum, at teir hava fingið málið til ummælis. Hann sigur, at tað er vanligt, at teir fáa mál til ummælist, men hetta er fyrstu ferð, at teir fáa ein tílíkan sáttmála.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til møguligar hypotesur í hesum málinum. Hann sigur bara, at teir kannað málið, og hann veit ikki at siga, nær ið teir vera lidnir við kanna málið.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking úr landsstýrinum.