Stórur munur á

Inntøka av íløgum uttanlands verður skattað við upp til 60 prosentum

Tá íløgur verða gjørdar í virðisbrøv, er hetta sjálvsagt við tí fyri eyga, at fáa eitt avkast, sum er størri enn tað, sum peningastovnarinir lata í rentu fyri innistandandi peningin.


Viningsbýti og renta

Ein partur av hesum avkasti er tað møguliga vinningsbýti, sum eitt partafelag letur partaeigarunum, ella rentuvinningur av lánsbrøvum, um talan er um íløgu í hesi.

Tað er júst í hesum, at stórur munur er á, hvussu vinningurin verður skattaður.

Er talan um føroysk partabrøv og/ella lánsbrøv, verða bæði rentuvinningur og útgoldið vinningsbýti skattað við 35%.

Er talan hinvegin um útlendsk partabrøv og/ella lánsbrøv, verður hetta roknað sum vanlig skattskyldug inntøka.

Hetta merkir, at slíkur vinningur av íløgum uttanlands verður skattaður við sonevnda marginalskattinum, sum er tann skattur, sum verður latin av seinastu vunnu krónuni. Hesin kann vera heilt upp í 60%, og er talan sostatt um eina munandi øking í skattabyrðuni, sammett við, um talan hevði verið um íløgur í føroysk virðisbrøv.


Einsljóðandi við sølu

Sum nevnt omanfyri, so er hesin partur av lóggávuni smíðaður, til tess at halda sum mest av kapitali í føroyska samfelagnum, og er tað í løtuni óvist, um hesin partur av lóggávuni verður broyttur.

Tá talan er um sølu av partabrøvum og harvið einum møguligum kursvinningi, eru tó somu treytir galdandi fyri føroysk og útlendsk virðisbrøv.

Við verandi lóggávu eru fleiri ymiskir prosentsatsir galdandi, alt eftir hvussu ognarviðurskiftini av virðisbrøvunum eru, men sum minstamark skulu partabrøv vera ogn hjá partaeigaranum í trý ár, áðrenn hesi kunnu seljast við einum skattafríum vinningi, meðan vinningur við sølu av lánsbrøvum verður skattaður við 35%.r, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen

Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.