Eirikur Lindenskov
? Gerið neyðuga lógarverkið fyrst - áðrenn farið verður víðari við hesum máli.
Hetta eru greiðu ráðini frá Bjarna Bæk, dómprósti, sum soleiðis tekur undir við øllum tí, sum Marjun Bæk, sóknarprestur í Kvívík bar fram í sjónvarpssendingini Krosskast mikukvøldið.
Marjun Bæk mælti politikarunum frá at játta pengar til hesa verkætlan til alt tað neyðuga fyrireikingararbeiðið varð gjørt.
Hon vísti eisini á, at tað ber ikki til at leggja kirkjubøkurnar inn á teldu.
? Nei, tað ber ikki til, sigur Bjarni Bæk, dómpróstur.
? Tað er Kirkjumálaráðið, sum skal geva loyvi í hvørjum einstøkum føri, onkur hevur hug at granska kirkjubøkurnar - og tað gera teir sera treyðugt, sigur Bjarni Bæk.
Hann sigur eisini, at kirkjubøkurnar ikki eru almennar fyrr enn 110 ár eftir at tær eru útskrivaðar - t. v. s. eftir at síðsta blaðið í bókini er skrivað.
Tað ber annars til at søkja um undantaksloyvi at fáa upplýsingar úr kirkjubókunum, men tað er hetta, sum Kirkjumálaráðið so treyðugt vil, og verður slíkt loyvi givið, so er tað við teirri treyt, at upplýsingarnir verða strikaðir - t. d. fimm ár seinni.
? Kirkjumálaráðið leggur eisini stóran dent á, at tað ikki verða prestarnir, sum gera hetta arbeiðið, tí tað er so krevjandi, sigur Bjarni Bæk.
Dómpróstur vísir annars á, at kirkjan sum stovnur ikki leggur seg út í tað etiska í hesum málið - um tað er rætt við slíkari gransking, ella ikki, tí prestarnir kunnu jú hava so ymsar meiningar um tað.
? Men sjálvur eri eg rættuliga beteinkiligur um júst hetta málið, sigur hann.
? Sjálvandi eiga vit at gera alt vit kunnu til tess at lekja sjúkur - tí eri eg sjálvsagt ikki ímóti.
? Eg haldi bara, at vit eiga at vera so væl fyrireikað, sum yvirhøvur gjørligt. Vit mugu hava trygd fyri og vita, hvar slíkir upplýsingar fara, vit mugu tryggja okkum, at hetta ikki verður misbrúkt. Vit mugu eisini vita, um tað eru pengar uppi í - og eisini vita, hvør fær patent upp á hesar upplýsingar okkara, sigur Bjarni Bæk.
Dómprósturin ivast í, um tað bara er idealisma uppí, tá tað er ein so stór fyritøka, sum Hoffmann la Rosh, sum skal hava upplýsingarnar. Tí leggur hann so stóran dent á, at vit fyrst gera greiðar reglur um, hvussu slíkt skal fara fram, at hol verður sett á granskingina.
? Vit eiga at tryggja okkum væl og virðiliga, so vit við vissu vita, hvussu upplýsingarnir verða brúktir, sigur Bjarni Bæk, dómpróstur í stuttari viðmerking.










