Fólk, sum hava gingið nógv á fjalli, hava ivaleyst nógvar og hugnaligar fjalldagar at minnast aftur á, men onkrar løtur mundu eisini vera, har tað gekk minni væl í hond.
At ganga á fjall og fletta, royta ella geva seyðinum heilivág er so sanniliga eisini sosialt fyritakssemi, har børn og ung kunnu læra av teimum tilkomnu, sum í mongum førum alt lívið hava havt hetta sum part av sínum arbeiði ella ítrivi.
Alt, sum hevur við seyð og seyðahald at gera, er eisini ein týðandi partur av føroyskari mentan.
Tað ræður um hjá børnum og ungum at halda seg framat, og tað ræður eisini um hjá teimum tilkomnu og royndu at eggja og læra yngra ættarliðið.
Orð kunnu fella undir rakstri, á rættini ella undir fletting, tá tað ikki gongur so væl í hond, men slíkt eigur ongantíð at verða sagt í sovorðnum anda, at tað tekur hugin frá teimum ungu at vera við.
Løtur á fjalli, rættini ella í flettingarhølunum eiga at vera hugnaligar og gevandi, og hetta eiga at vera løtur, vit minnast fyri tað góða.
Børn og ung, sum veksa upp við seyði og seyðahaldi, hava neyvan trupult við at gerast partur av hesum felagsskapi, og tað fellur ivaleyst náttúrligt at læra um seyð, røkt, rakstur, fletting og upptøku av slakti.
Men, hjá tí unga, har eingin jørð ella seyður eru í húsinum og sum bara verður biðin við á fjall av og á, kann tað vera skjótt at gerast stoyttur, um atlit ikki verða tikin til, at drongur ella genta eru óroynd.
Skulu tey vita, hvussu raksturin verður skipaður, noyðist onkur at siga teimum tað.
Tað er einki til hindurs hjá einum stórum smádreingi at tumma og fletta. At tumma eitt lamb krevur ikki nógva styrki, men tað krevur nærlagni. Fær hin ungi og ágrýtni neyva vegleiðing um, hvussu fram skal farast, er tað als ikki ein vónleys uppgáva at fletta eitt lamb.
Eitt annað, sum eisini kann vera partur av arbeiðnum við seyði og sum øll - bæði stór og smá - kunnu verða við í, er at snøgga og salta seyðaskinn. Í fleiri ár hava móttøkur verið skipaðar kring landið, tó at onkur ár eru dottin burtur ímillum.
Børnum dámar væl at vera uppi í, tá tey vaksnu ganga á odda og tá onkur, sum veit, hvussu tingini skulu gerast, leggur teimum lag á. Men, tað krevst, at tey vaksnu eru eggjandi og vilja læra tey óroyndu, hvussu tingini skulu gerast.
##med2##