Kenslurnar vóru eitt sindur blandaðar undan ólavsøkukabarettini í ár. Hevði frætt, at truppurin var fullkomiliga nýggjur, ungur og óroyndur – og bara “mannaður” av kvinnum.
Sum vanligt gleddi eg meg til at síggja ársins brølarar squizaðir gjøgnum eina vónandi undirfundiga og intelligenta sentrifugu. Samstundis lá óttin og lúrdi, tí bara tær nú kláraðu tað, hesar ungu, djørvu og sjálvsikru kvinnurnar, sum høvdu lovað so nógv frammanundan. Orki ikki tankan um, at jante skuldi sigra, nú kvinnur høvdu bjóðað seg fram. Inni á Kjak.fo var skoðsmálið ikki tespiligt; har var niðurstøðan, at kvinnur hava ongan humor (jú, kanska Jensina Olsen systrarnar, var onkur so elskverdigur at viðmerkja)!
Kláraðu tað við bravur
Men tíbetur var óttin ógrundaður, tí tær sjey kláraðu tað við bravur. Salurin kókaði og fólk mundu pissa í buksurnar – í øllum førum uppi hjá okkum á endabalkongini ólavsøkudag kl. 18.
Leikritið var passaliga skrúvað saman við einum sindri av hvørjum: Sex, politikki, religión og miðlum, passaliga provokerandi og samfelagsrevsandi.
Millum pallskiftini vóru pinkalítil innsløg, sum vit minnast tað frá Benny Hill sendingunum, har tónleikararnir hildu rútmuna gangandi. Hetta gav eitt javnt flow – ella á føroyskum: eitt áhaldandi drive!
Kabarettin var væl vand. Har vóru ongi kiks og tað má sigast at vera eitt bragd, tí har var nógv at halda skil á hjá ungu leikarunum – bæði at syngja, dansa og spæla samstundis – deiligt.
Har vóru fleiri ting sum imponeraðu, til dømis var kropsmálið hjá fleiri leikarum sera gott. Her kunnu vit nevna sketchina við Høgna Hoydal, cat-walk framsýningina í føroyskum búnum, konurnar, sum vóru við barn og Rás 2 vertirnir Eyðfinn og James.
Onkrar sketchir vóru betri enn aðrar. Hysteriski Gerhard Lognberg sum forkelað smábarn skaraði framúr – ikki minst við eyðkenda sandoyarmálinum. Høgna Hoydal, sum varð sligin niður í Bergen og herliga Lyklapætur vóru eisini genialar, enn einaferð sigraði kropsmálið.
Gjøldur úr egnum kyni
Tað er næstan altíð miseydnað, tá mannfólk spæla konufólk. Jákup Weihe megnar tað viðhvørt, men annars virkar tað sum oftast platt og smápervert. Tí var tað ein fragd at síggja kvinnurnar sjálvar gera gjøldur burturúr egnum kyni. Av massapsykotiska slankihysterínum, heilsufasistiskum herferðum og smáborgarliga marimekkoidealinum, sum eyðkennir hugtakið “Kvinna” í dag.
Í ólavsøkukabarettini 2008 sóu vit sjey framúr frekar, feministiskar og skríggjandi stuttligar orkubumbur, sum siga fisa, sum um tað var nakað heilt natúrligt.
Avgjørd verd at viðmæla.
--
Í boks:::
Eykasýningar verða fríggjadagin 1. august kl. 18, 20 og 23.
Atgongumerki til sýningarnar á 125 kr. fáast í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.










