Fyrr í tíðini var blaðheimurin soleiðis innrættaður, at umframt alt tað tíðindakenda og lesarabrøvini, so var ein grein halgað einum sjónarmiði, ið líkasum skuldi skera út í papp, hvat blaðið helt um hetta ella hatta, ið nú eina ferð var uppi í tíðini. Hetta var oddagreinin í blaðnum, ella leiðarin, ið avspeglaði hugsjónina hjá blaðstjóranum, sum gjarna samsvaraði við flokstilknýti ella passaði til tann aktuella politiska litin hjá ovastu leiðslu blaðsins.
Hesar oddagreinir máttu og skuldu skrivast, hóast tað kanska bara var í 25 prosentum av førunum, at blaðstjórin hevði nakað veruligt upp á hjarta – og nú er tað prosenttalið helst enntá uppaftur lægri… Tí kundu evnini ofta vera sera soltin ella øgiliga tilvildarliga vald, og tann feski blaðlesarin mundi skjótt finna útav, at oddagreinina kundi hann róliga leypa um. Hon var allíkavæl bara ein tómur orðavavstur við eini gumminiðurstøðu, ið kundi boyggjast og bendast allar vegir.
Tað sigur kanska ikki so lítið, at hetta blað á somu síðu, sum oddagreinin stendur, hevur funnið sær annað og munandi meira lesivert tilfar, tí so er um ikki annað ein møguleiki fyri, at onkur steðgar í eina løtu á síðuni. Og hepnast væl, finnur onkur kanska uppá at lesa oddagreinina eisini, tí lesarin heldur hann møguliga vera líka stuttliga og speiska sum innihaldið á síðuni annars.
Síðstu árini er oddagreinin sum stílgrein onkursvegna komin á eina hægri rók, tí nú eru bløð farin at brúka klummur til ymsar viðmerkingar og hugleiðingar, ið onkursvegna skulu minna um oddagreinar. Heldur tann skrivandi seg hava uppaftur meira upp á hjarta, verður greinin umdoypt, so hon er ein tíðargrein, tí tað er uppaftur fínari. Talan er tó bara um skræðuna, tí bæði oddagreinir, klummur og tíðargreinir eru sjáldan ovbyrjaðar av substansi, men finna sína fyllu í yvirsmartum setningum og vendingum, ið meira bera virnisburð um eitt ella annað slag av orðaakrobatikki enn veruligt innihald.
Okkurt undantak má tó vera, og tá ein klummuskrivari herfyri var løntur við heiðursløn fyri júst sínar klummur, var talan um ein veruligan og uppibornan heiður. Men tungi veruleikin, at tað eru hesar klummur, ið seta standardin, átti at fingið okkum onnur at hildið okkum aftur, heldur enn at hildið okkum til, tá vit ikki hava nóg nógv upp á hjarta. Soleiðis átti henda klumman í grundini ongantíð at verið skrivað, tí hon hevur bert til endamáls at fáa tíðina at ganga hjá skrivaranum – og tilsvarandi at spilla tíðina hjá lesaranum, ið júst í hesi løtu er liðugur at lesa eina klummu um einki