Síðsta leygardag komu Jaspis og Ametyst aftur av túri. Teir royndu eystanfyri í seks dagar og høvdu rokfiskiskap, 230.000 pund av upsa og hýsu. - Leygardagin, meðan vit fiskaðu, datt ein maður umborð. [...] Maðurin fekk ilt í afturpartin og ryggin og hevði nógva pínu. Tí gjørdu vit av at fara til lands, so maðurin kundi kannast av lækna. Hann lá á sjúkrahúsinum eina nátt. Enn hevur hann pínu í kroppinum, men [...] at pínan fer at ganga yvir, sigur skiparin. Skiparin á Jaspis, Kristian Karl Eliasen, sigur, at væl av fiski var at fáa og leygardagin, tá ið teir avgjørdu at gevast at fiska, vóru skipini næstan fullfermd
tess at finna út av, hví so lítið fæst fyri upsa. Niðurstøðan hjá honum er, at tað er tann myrki og feiti vøddin, sum liggur ovast á upsaflakinum, ið ger, at fólk ikki vilja keypa upsa fyri sama prís sum [...] verður rópt. Tað merkir, at minst møguligt av tí hvíta partinum av flakinum fer saman við tí brúna partinum. Jørgin sigur, at tann brúni parturin telir umleið 23% av flakinum, men hesin parturin verður sjálvsagt [...] vit á arbeiðsplássinum sótu og tosaðu um, hví prísurin á upsa er so lágur. Tað var lági upsaprísurin, sum gjørdi, at eg fór at royna at finna út av, hvat gerast kann. Skjótt sá eg, at tað brúna lagið í flakinum
Nógv tað mesta av teimum 90 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var frá trimum línuskipum, og eins og í síðstu viku høvdu tey væl av blálongu. Í dag seldi marknaðurin 33 tons av blálongu, og fór [...] fór fyri 11,63 krónur og hýsa III fyri 12,09 krónur. Umleið seks tons vóru av upsa, og upsi II fór fyri 10,09 krónur. Fýra tons av svartkalva fingu meðalprísin 24,40 krónur. Tey knappliga 90 tonsini, sum [...] 30 tons vóru av toski, men prísirnir vóru lágir. Tann størsti toskurin fór fyri 16,50 krónur í meðal, toskur II fyri 15,61 krónur, og meðalprísurin á toski III var 14,88 krónur. Nakað var av hýsu. Hýsa II
Aftur í dag var mest av línufiski undan Íslandi á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum. Tilsamans seldi marknaðurin 111 tons, sum fóru fyri eina millión og 560.000 krónur. Góð 40 tons vóru av toski. Toskur I fór [...] 12,09 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 11,71 krónur. Línuskipini høvdu 15 tons av longu og smá 10 tons av blálongu. Longa I fór fyri 15,49 krónur í meðal, longa II fyri 15,44 krónur, og meðalprísurin [...] meðalprísurin á longu III var 13,62 krónur. Blálongan fór fyri 11,11 krónur kilo. Nakað var av upsa, umleið átta tons, og hann fór fyri góðar 10 krónur fyri kilo.
Tíðindaskriv, Havstovan: Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir miðal. Nøgdin av hýsu er væl yvir miðal og ein tann størsta [...] størsta í tíðarskeiðnum, sum kanningarnar fevna um (1996-2024). Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey síðstu árini, og tað er nakað undir miðal. Sum í vár, vórðu fleiri kalvaspraggur fingnar [...] síðani, at tað er komið fyri á hesum kanningunum. Magakanningarnar vístu, at toskur og hýsa ótu mest av nebbasild norðan- og vestanfyri. Eystan- og sunnafyri var høvuðsføðin hvítingsbróðir og svartkjaftur
roynd fyri hýsu vísir seg at vera størri innan fyri kassanar enn uttanfyri. Av teimum trimum sløgunum er bara miðallongdin av upsa størri á vanligum trolleiðum enn í kassunum. [...] Havstovan hevur nú kunngjørt kanningarúrslit av trolstongdum leiðum, og vísa tey, at meira er av toski og hýsu inni í stongdum kassum, enn á vanligum trolleiðum, men hinvegin er upsanøgdin størri á opnum [...] leiðum, enn í stongdum kassum. Tað er høvusniðurstøðan frá túrinum hjá Magnus Heinason um kanningar av stongdum leiðum, sum Havstovan kunnger á heimasíðu síni. Tó er eingin nevniverdur munur í veiðu upp
Samanlagt vóru 24.193 tons av botnfiski avreidd. Her var væl meira av toski og hýsu avreitt, men nakað minni av upsa og øðrum botnfiski. Stór afturgongd var í avreiðingum av flatfiski – serliga svartkalva
Fyrra helvt av yvirlitstrolingunum á føroyska langrunninum er nú liðug. Tað var eitt sindur minni at fáa av toski, men meira av hýsu og upsa í mun til í fjør. Tað var eisini meira til av nebbasild, og [...] og tað sást bæði í trolinum og í fiskamagum. Hetta bendir á, at nakað av nebbasildini, sum var at síggja í fjør hevur yvirlivað. Hetta skrivar Havstovan á síni heimasíðu, hav.fo. Har sæst eisini túrfrágreiðing
Fyrri parturin av árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á føroyska landgrunninum er júst liðugur, har 52 av tilsamans 100 hálum vórðu tikin. Tað var meira enn dupult so nógv at fáa av toski, hýsu [...] hýsu og upsa í mun til sama túr í fjør og hetta komst ikki bert av einstøkum frágera góðum hálum. Les meira um túrin við at trýsta her , men bestu samanbering við onnur ár fæst við at lesa túrfrágreiðingina
at avreidda nøgdin av toski í fjør var søguliga lítil. Tíðindini um lakari upsafiskiskap í ár sæst aftur í tølunum. 12% minni av upsa eru avreidd í ár. Harafturímóti er væl meira av øðrum botnfiski so [...] botnfiski vaksið við nærum 38 milliónum ella 22% Av flatfiski er nøgdin av svartkalva minkað munandi, meðan nakað meira er avreitt av havtasku. Samantalt er nøgdin av flatfiski minkað 15%, meðan avreiðingarvirðið [...] fyrsta ársfjórðing vísa, at væl meira av toski er komin upp á land í ár samanborið við somu tíð í fjør, og avreiðingarprísurin er eisini hækkaður Tað er komið væl meira av toski uppá land í ár enn í fjør. Tað