Fyrra helvt av yvirlitstrolingunum á føroyska langrunninum er nú liðug.
Tað var eitt sindur minni at fáa av toski, men meira av hýsu og upsa í mun til í fjør. Tað var eisini meira til av nebbasild, og tað sást bæði í trolinum og í fiskamagum.
Hetta bendir á, at nakað av nebbasildini, sum var at síggja í fjør hevur yvirlivað.
Hetta skrivar Havstovan á síni heimasíðu, hav.fo. Har sæst eisini túrfrágreiðing.










