(savnsmynd)

Stórir trupulleikar við bilum uttan nummarplátur

Nógva staðni kring landið standa bilar parkeraðir á almennum veg uttan nummarplátur. Tað er ólógligt

(savnsmynd)

Í sambandi við kavaruddingina kring landið, so hevur løgreglan fingið nógvar fráboðanir um bilar, sum standa parkeraðir á almennum veg uttan nummarplátur. Í gjár var talan um eini 10 slíkar fráboðanir í Eysturoy og í Havn, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Tað er ólógligt at lata bil standa á almennum veg uttan nummarplátur, og tá er bilurin heldur ikki tryggjaður. Løgreglan kann syrgja fyri at flyta slíkar bilar fyri eigarans rokning, men seinstu tíðina hevur ógreiða verið um, hvar løgreglan kann fara við slíkum bilum. Men nú er greiða fingin á tí, og verða teir settir á avlæst øki, har teir verða standandi, til eigarin hevur goldið tað hann skal, áðrenn hann fær bilin aftur.

##med2##

 

(savnsmynd)

Fyrsta ávaringin frá løgregluni er hesin reyði lepin, sum verður klistraður á bilin (savnsmynd)