Fyrstu fimm mánaðirnar vóru 33.327 tons avreidd um avreiðingarskipanina. Tað er 1,2 prosent meira enn somu tíð í fjør.
Tað vísir uppgerð frá Hagstovu Føroya.
Samanlagt vóru 24.193 tons av botnfiski avreidd. Her var væl meira av toski og hýsu avreitt, men nakað minni av upsa og øðrum botnfiski.
Stór afturgongd var í avreiðingum av flatfiski – serliga svartkalva, sum minkaði við næstan 600 tonsum.
Virðið á avreidda fiskinum fyrstu fimm mánaðirnar var 380 milliónir krónur samanborið við 375 milliónir krónur somu tíð í fjør.