Meira til av toski, hýsu og upsa

Fyrri parturin av árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á landgrunninum er júst liðugur.

Fyrri parturin av árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á føroyska landgrunninum er júst liðugur, har 52 av tilsamans 100 hálum vórðu tikin.

 

Tað var meira enn dupult so nógv at fáa av toski, hýsu og upsa í mun til sama túr í fjør og hetta komst ikki bert av einstøkum frágera góðum hálum.

Les meira um túrin við at trýsta her, men bestu samanbering við onnur ár fæst við at lesa túrfrágreiðingina fyri túr 1706, har úrslit fyri øll 100 hálini eru víst, skrivar www.hav.fo