Avreiðingartølini fyri fyrsta ársfjórðing vísa, at væl meira av toski er komin upp á land í ár samanborið við somu tíð í fjør, og avreiðingarprísurin er eisini hækkaður Tað er komið væl meira av toski uppá land í ár enn í fjør. Tað skal tó viðmerkjast, at avreidda nøgdin av toski í fjør var søguliga lítil.
Tíðindini um lakari upsafiskiskap í ár sæst aftur í tølunum. 12% minni av upsa eru avreidd í ár. Harafturímóti er væl meira av øðrum botnfiski so sum longa, brosma og kongafiski komin upp á land higartil í ár.
Um hugt verður eftir avreiðingarvirðinum sæst, at virðið á botnfiskinum hevur samanumtikið verið hægri higartil í ár samanborið við í fjør. Eitt nú fæst væl meira fyri toskin, hýsuna og longuna.
Samantalt er avreiðingarvirði á botnfiski vaksið við nærum 38 milliónum ella 22%
Av flatfiski er nøgdin av svartkalva minkað munandi, meðan nakað meira er avreitt av havtasku. Samantalt er nøgdin av flatfiski minkað 15%, meðan avreiðingarvirðið er nakað tað sama sum í fjør.