Aftur í dag var mest av línufiski undan Íslandi á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum. Tilsamans seldi marknaðurin 111 tons, sum fóru fyri eina millión og 560.000 krónur.
Góð 40 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 17,86 krónur, toskur II fyri 16,96 krónur, toskur III 16,29 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 16,30 krónur fyri kilo.
Umleið 30 tons vóru hýsa. Hýsa II fekk meðalprísin 12,09 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 11,71 krónur.
Línuskipini høvdu 15 tons av longu og smá 10 tons av blálongu. Longa I fór fyri 15,49 krónur í meðal, longa II fyri 15,44 krónur, og meðalprísurin á longu III var 13,62 krónur. Blálongan fór fyri 11,11 krónur kilo.
Nakað var av upsa, umleið átta tons, og hann fór fyri góðar 10 krónur fyri kilo.