Maður datt fyri borð

Leygardagin datt ein maður umborð á Jaspis, men tíbetur er ikki líkt til, at hann hevur fingið varandi mein.

Síðsta leygardag komu Jaspis og Ametyst aftur av túri. Teir royndu eystanfyri í seks dagar og høvdu rokfiskiskap, 230.000 pund av upsa og hýsu.
- Leygardagin, meðan vit fiskaðu, datt ein maður umborð. Hetta var eitt hendiligt óhapp. Maðurin fekk ilt í afturpartin og ryggin og hevði nógva pínu. Tí gjørdu vit av at fara til lands, so maðurin kundi kannast av lækna. Hann lá á sjúkrahúsinum eina nátt. Enn hevur hann pínu í kroppinum, men læknarnir siga, at pínan fer at ganga yvir, sigur skiparin.
Skiparin á Jaspis, Kristian Karl Eliasen, sigur, at væl av fiski var at fáa og leygardagin, tá ið teir avgjørdu at gevast at fiska, vóru skipini næstan fullfermd.


Maður datt

Jaspis og Ametyst hava ligið síðan leygardagin, tí ymiskt hevur verið at gjørt umborð, men ætlandi fóru skipini útaftur seinnapartin mikudagin.
Kristian Karl sigur, at nógvur upsi vísir seg at vera til - kanska meira enn nakrantíð, men fiskurin er smærri, enn hann hevur verið.
- Hendan túrin fingu vit eisini væl av hýsu, sigur skiparin.


Óstøðugt veður

Fiski-og útróðrarmenn halda annars, at veðrið hevur verið keðiligt í vetur og í vár. Hóast fáir veruligir stormar hava verið, so hevur veðrið verið ógvuliga óstøðugt, og tað er keðiligt fiskiveður.
- Við veðrinum er tað soleiðis, at antin fiskar tú, ella fiskar tú ikki, og eg vil siga, at veðrið hevur tarnað okkum nógv í vetur, sigur Kristian Karl Eliasen, skipari á Jaspis.