Maðurin sum kann geva okkum meira fyri upsan

Ein tann størsti trupulleikin í føroyskari fiskivinnu í dag er, at ov lítið fæst fyri fiskin. Hetta geldir flest øll fiskasløg, men tað er ikki minst upsin, sum hevur ein láturligan prís. Upsanøgdirnar, sum førdar verða til lands, snúgva seg um fleiri túsund tons um árið, og tí hevði tað havt ein velduga stóran samfelagsligan týdning, um vit fingu meira fyri júst henda fiskin. Sosialurin hevur tosað við mannin, sum situr við loysnini. Hann hevur granskað upsa í eini fimm ár og hevur eisini gjørt eina maskinu, sum loysir trupulleikarnar

Upsi og prísir

Hann er 63 ára gamal og útbúgvin elektrikari. Handalagið er gott, og áhugin fyri maskinaríi er stórur. Tí fæst hann meira við maskinur enn el. Hann er maskineftirlitsmaður hjá P/F Beta í Saltangará. Uppgávan hjá honum er at hava eftirlit við, at maskinur og teknikkur er í lagi umborð á trolarunum, sum felagið eigur. Men umframt at vera eftirlitsmaður, er hann eisini uppfinnari. Hann hevur fingið patent uppá eitt nú maskinur og trolspæl.
Eingin gerst uppfinnari uttan so, at tú fyrst veit, hvar og hví tørvur er á einum nýggjum uppfinnilsi ? og er nakað eftir at uppfinna, nú vit eru farin inn í eitt nýtt túsundáraskeið, har teldur og tøkni eru partur av allari menning?
Maðurin, vit tosa um, er skálamaðurin, Jørgin Bech.
Sosialurin var inni á gólvinum hjá honum og konuni, Hannelis, í síðstu viku.
Kaffi, vælsmakkandi kaka og karamellur vóru sett á væl dekkað borð í hugnaligu stovuni, tá ið vit sessaðust.
Konan sigur skemtandi, at Jørgin heldur skuldi gjørt okkurt við hús enn at gingið so høgt uppí at uppfinna nýggj tól og nýggjar maskinur. Men skjótt skilst, at hon er rættiliga hugtikin av tí, ið maðurin fæst við, og tað er hon, sum veit, at prototypan til maskinuna, sum skal geva upsanum ein hægri prís, liggur uppi á ovastalofti!
Ein treyt fyri at vera virkin á uppfinnaraøkinum, er, at tú veit, hvør tørvurin er ? og tørvin kennir tú best, um tú ert aktivur, har á stendur og dugir at síggja, at okkurt kundi verið betur ella øðrvísi.

Drúgvar kanningar

Jørgin Bech hevur brúkt nógv tíð og nógva orku til tess at finna út av, hví so lítið fæst fyri upsa. Niðurstøðan hjá honum er, at tað er tann myrki og feiti vøddin, sum liggur ovast á upsaflakinum, ið ger, at fólk ikki vilja keypa upsa fyri sama prís sum eitt nú tosk. Við tað, at hesin vøddin tráðnar, tá ið hann liggur frystur leingi, gerst flakið ella portiónin, um flakið er skorið í slíkar, trátt og er nærmast ikki fólkaføði. Hetta vísa kanningarnar hjá Jørgeni, og seinni hevur hann so eisini sæð norskar kanningar, sum siga tað sama.
- Orsøkin til, at eg fór undir mítt kanningararbeiði, var, at vit á arbeiðsplássinum sótu og tosaðu um, hví prísurin á upsa er so lágur. Tað var lági upsaprísurin, sum gjørdi, at eg fór at royna at finna út av, hvat gerast kann. Skjótt sá eg, at tað brúna lagið í flakinum ? spiklagið - var trupulleikin. Hetta snøgt sagt oyðilegði fiskin. Eg byrjaði at skera, fresa, frysta, kóka og steikja. Tað vísti seg, at tá ið tað brúna lagið var skorið burtur, var parturin, ið eftir var av upsaflakinum, minst líka so góður og hvítur ? ja, kanska hvítari ? enn toska-og hýsuflak.
Eftir hesar staðfestingar, kom Jørgin fram á norsku frágreiðingarnar um "Seifilet", sum ein føroyingur í Noregi hevur skrivað og "Kvalitetsendringer i seifilet", sum Fiskeriforskning hevur gjørt.
- Norsku kanningarnar staðfestu tað, sum eg í mínum kanningum var komin fram til, men tá hevði eg longu gjørt eina prototypu til eina maskinu, sum loysir henda trupulleikan, sigur Jørgin.
Hann sigur, at maskinan, sum hann hevur fingið patent uppá, er roynd á Kósini í Klaksvík, men stendur nú hjá Carnitech í Danmark, sum er eitt dóttirfelag hjá íslendsku framleiðslufyritøkuni, Marell, ið allir føroyingar, sum fáast við fiskaframleiðslu, kenna.
Tað var maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, sum bygdi hesa fyrstu maskinuna eftir tekningum og hugskotum frá Jørgini.
Jørgin sigur, at nógv arbeiði liggur aftanfyri nýggju maskinuna, men nú er hetta arbeiði umsíðir komið har til, at avtala er gjørd við Carnitech um framleiðslu.

Tvey fløk

- Skulu vit fáa meira fyri upsan, er neyðugt, at flakið verður skorið soleiðis, at tann hvíti og brúni parturin verða skornir frá hvørjum øðrum. Vøddin í upsaflakinum er nevniliga feitari enn vøddin í eitt nú sild og makreli. Tí helt eg tað vera ógvuliga umráðandi, at vit hava eina maskinu, sum kann skilja vøddan frá restini av flakinum.
Hann vísir á, at ein norsk maskina er framleidd til sama endamál, sum maskinan, ið hann hevur ment, men skipanin við norsku maskinuni er heilt øðrvísi, og hon er heldur ikki so neyv, sum maskinan hjá honum.
- Maskinan, sum eg havi gjørt, sker spiklagið burtur í v-profili, sum tað verður rópt. Tað merkir, at minst møguligt av tí hvíta partinum av flakinum fer saman við tí brúna partinum.
Jørgin sigur, at tann brúni parturin telir umleið 23% av flakinum, men hesin parturin verður sjálvsagt eisini seldur.
- Tann feiti parturin ger, at upsaflakið - um vøddin ikki er skorin frá ? hevur ein serligan smakk sum ger, at nógv minni fæst fyri upsan. Haraftrat kemur so, at hesin parturin av flakinum tráðnar, tá ið hann liggur frystur leingi. Er vøddin skorin burtur, kann flakið goymast minst líka leingi sum eitt nú toska-og hýsuflak. Tí meti eg tað vera altavgerandi fyri upsaprísin, at virkini kunnu framleiða tvær vørur úr upsa.
Tað eru eisini lond, sum dáma væl tann feita partin av flakinum, og Jørgin veit at siga, at eitt nú japanesarum dámar tann myrka partin betri enn flakið annars.
- Vanligi føroyingurin, sum eitt nú steikir upsa, hevur funnið út av, at tað saktans ber til at skera tann brúna partin frá flakinum, men eg haldi ikki, at føroysku framleiðsluvirkini í nógv stóran mun hava givið hesum trupulleikanum gætur, sigur hann.
Jørgin vísir á, at keypir ein útlendingur eina upsaportión, har myrki vøddin ikki er skorin frá, kunnu vit í ringasta føri vænta, at vøddin er tránaður. Ein slíkur keypari keypir neyvan upsa aftur, og eftirspurningurin og prísirnir verða hareftir.
- Eg síggi tað sum mítt lívsverk at lyfta upsan uppá eitt hægri støði, staðfestir 63 ára gamli uppfinnarin og granskarin, Jørgin Bech.